Chelsea illa rakt av skaðum

Skaðarnir hópa seg upp í enska stórfelagnum Chelsea undan kappingarbyrjan í ensku Premier League.

Í gjár hevði felagið eina opna venjing, har 3000 Chelsea-fjepparar vóru møttir at hyggja at stjørnunum, men tær vóru so fáar í tali, at José Mourinho føldi seg noyddan at biðja um umbering yvir fyri teimum mongu áskoðarunum. Av spælarunum, sum ikki kundu venja orsaka av skaðum kunnu nevnast John Terry, Michael Ballack, Wayne Bridge, Didier Drogba, Arjen Robben, Salomon Kalou, Glen Johnson, Andriy Shevchenko, Claude Makelele, Paulo Ferreira, Florent Malouda, Petr Cech og Ashley Cole. Av hesum eru Malouda, Cech og Cole ivasamir til fyrsta dystin í Premier League, meðan hinir heilt víst ikki vera klárir.