Hóast Juan Mata legði Chelsea á odda í seinna hálvleiki, so megnaðu Andre Villas-Boas og hansara menn ikki at vinna á Fulham. Fernando Torres spældi allan dystin, meðan Frank Lampard varð tikin út eftir ein tíma.
Chelsea hevur verið fyri nógvum ákoyringum í ár, men við nøkrum góðum úrslitinum seinasta mánaðin skútan vend. Í dag skuldi Chelsea so halda fram við góðu gongdini í grannauppgerðini móti Fulham, sum undan hesum umfarinum tapti heili 5-0 móti Manchester United.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá Fernando Torres legði bóltin fyri føturnar á Juan Mata, sum legði Chelsea á odda. Eina løtu tóktist Chelsea hava tamarhald á støðuni og spældi væl.
Smáar tíggju minuttir seinni varð Clint Dempsey fyrstur á eitt innlegg og javnaði fyri Fulham. Í løtuni megnaði Fulham at halda upp á bóltin, men móti endanum komu teir eisini undir eitt trýst frá heimaliðnum, sum ætlaði sær øll trý stigini.
Bæði Fernando Torres og Frank Lampard vóru við frá byrjan. Báðir hava sitið meir á bonkinum í ár enn teir helst høvdu ætlað. Frank Lampard var tikin út eftir einum tíma, meðan Fernando Torres spældi allan dystin hóast Didier Drogba varð skiftur inn.
Við eina stiginum liggur Chelsea framvegis á fjórða plássi, meðan Fulham so smátt leitar sær vekk frá niurflytinarstrikuni.
Premier League:
2. jóladag:
Chelsea Fulham 1-1
Bolton Newcastle (15:00)
Liverpool Blackburn (15:00)
Manchester United Wigan (15:00)
Sunderland Everton (15:00)
WBA Manchester City (15:00)
Stoke Aston Villa (19:45)
27/12:
Arsenal Wolverhampton (15:00)
Swansea QPR (17:00)
Norwich Tottenham (19:30)