Tað er bítandi kalt í Onglandi og í Newcastle hevur kavað seinastu dagarnar, men tað gingu bara seks minuttir av dystinum millum Newcastle og Chelsea, áðrenn hiti kom í Newcastle viðhaldsfólkini. Tað var ein verjuvilla í Chelsea verjuni, ið gjørdi, at Andy Carroll lættliga kundi leggja liðið hjá Jóani Símun og teimum á odda. Beint fyri hálvleik javnaði Salomon Kalou fyri Chelsea. Fleiri mál komu ikki í seinna hálvleiki og Chelsea er ikki longur oddalið í Premier League.
Á White Hart Lane í London tók Tottenham ímóti Liverpool í einum hendingaríkum og ferðmiklum dysti. Liverpool kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá miðverjanum Martin Skrtel eftir horna. Í seinna hálvleiki gjørdi sami Martin Skrtel sjálvmál, tá Luka Modric legði bóltini innfyri úr vinstru. Tottenham tryggjaði sær sigurin í evstu løtu, tá kviki vongurin Aaron Lennon gjørdist leysur. Hann var tryggur og skoraði.
Bæði liðini høvdu ein hav av møguleikum. Fleiri ferðir bjargaðu menn á strikuni og Jermain Defoe brendi eisini brotsspark fyri Tottenham. Fyri Liverpool vóru Fernando Torres og Maxi Rodriguez stóru syndarnir.
Chelsea og Arsenal hava nú 29 stig á ávíkavist 2. og 3. plássi, tvey stig aftanfyri oddaliðnum Manchester United. Tottenham hevur eftir sigurin í dag 26 stig á fimta plássi.
Premier League úrslit í dag:
Newcastle ? Chelsea 1-1 (1-1)
1-0 Andy Carroll, 6
1-1 Salomon Kalou, 45
Tottenham ? Liverpool 2-1 (0-1)
0-1 Martin Skrtel, 42
1-1 Matrin Skrtel(Sjálvmál), 65
2-1 Aaron Lennon, 94