Chelsea og City vunnu – United spældi javnt

Manchester United spældi í kvøld 2-2 móti West Ham, meðan Chelsea og Manchester City vunnu á ávíkavist Fulham og Wigan

 

West Ham kom á odda á Upton Park, tá Andy Carroll eitt korter inn í dystin stútaði eitt innlegg innfyri aftur til Ricardo Vaz Te, sum tætt undir málinum kundi skora. Manchester United svaraði aftur eitt korter seinni, tá Shinji Kagawa hegnisliga kom framvið verjuni hjá West Ham og av baklinjuni sendi bóltin inn fyri til Antonio Valencia, sum skoraði sítt fyrsta mál í Premier League í hesum kappingarárinum.

 

Í øðrum hálvleiki legði Mohamed Diame West Ham á odda eftir tíggju minuttir. Gott spæl endaði við, at Mohamed Diame sneiddi framvið Wayen Rooney og sendi bóltin í handara síðunet. Manchester United trýsti nú West Ham og eitt lítið korter fyri tíð megnaði Robin van Persie at javna fyri gestirnar, eftir at Shinji Kagawa hevði rakt stongina. Sjónvarpsmyndirnar vísa tó, at hollendski framherjin var rangstaddur.

 

Dysturin var hart spældur og Sir Alex Ferguson var ikki so fegin um harða spælið. Serliga West Ham framherjin, Andy Carroll, og Manchester United miðverjin, Nemanja Vidic, vóru í hornatøkum í heilum. Tað endaði 2-2.

 

Manchester City hevði stórar trupulleikar av Wigan á heimvølli. Einsamalla málið í dystinum skoraði Carlos Tevez stutt fyri tíð, tá hann rak framvið Wigan verjuni og sendi bóltin upp í nærmara málhorn. Hesi bæði liðini møtast í FA Cup finaluni.

 

Chelsea var á vitjan hjá grannunum úr Fulham. David Luiz legði Chelsea á við dundurskoti úr minst 30 metrum. Málverjin hevði ongan møguleika at bjarga. Stutt fyri hálvleik økti John Terry eftir innlegg frá Juan Mata. Í seinna hálvleiki økti sami John Terry eftir hornaspark.ð

 

Manchester United er 13 stig fremst.

 

Premier League:

Fulham – Chelsea 0-3

Manchester City – Wigan 1-0

West Ham – Manchester United 2-2