Chelsea og Porto samd um Hulk

Enska blaðið, The Guardian, veit í morgun at siga, at Chelsea er vorðið samt við Porto um 38 milliónir pund fyri brasilianska áleyparan, Hulk. Roknað verður ikki við, at persónligu krøvini hjá leikaranum fara at verða ein trupulleiki.

 

Tað hevur ljóðað, at prísurin fyri at keypa Hulk leysan frá sáttmálanum var ørandi 750 milliónir krónur, men sambært The Guardian er rætta talið smáar 450 milliónir krónur.

 

Portugisiska felagið má tó taka til takka við 350 milliónum krónum, sum vælsaktans framvegis eru pengar.

 

Hesin handilin hendir bara fáar dagar eftir, at belgiska stórtalentið, Eden Hazard, á Twitter boðaði frá, at hann hevði skrivað sáttmála við Chelsea. Hann kostaði London-felagnum beint undir 300 milliónir krónur.

 

Tað er ikki meiri enn 14 dagar síðani, at kappingin endaði, og hóast Chelsea enn ongan fastan venjara hevur, hava teir keypt tveir av bestu leikarunum í heiminum. Kann tað hugsast, at Roman Abramovich kann hava lokkað við, at teir báðir fáa Pep Guardiola til venjara?

 

The Sun vildi fyrr í vikuni vera við, at Guardiola vildi sleppa at tosa við Abramovich sjálvan – og í fótbóltsheiminum kann alt henda.