Chelsea rennur aftaná

Alan Shearer og Newcastle eru framvegis í tungum sjógvi í Premier League. Tað eydnaðist ikki liðnum seinnapartin at fáa stig, tá Chelsea vitjaði á St. James? Park.

Gestirnir vunnu við tveimum málum móti ongum. Frank Lampard og Florent Malouda stóðu fyri málunum hjá Chelsea. Tey komu í ávikavist 56. og 65. minutti.

Chelsea rennur framvegis aftaná Manchester United og Liverpool í oddanum.

Emmanuel Adebayor var stóra hetjan hjá Arsenal, sum á heimavølli vann 2-0 á Manchester City. Hálvleiksstøðan var 1-0. Framherjin stóð fyri báðum málunum í sigrinum, sum hevur við sær, at felagið varðveitur fjórða plássið.

 

Dystirnir í Premier League seinnapartin:

 

Blackburn ? Tottemham 2-1

Arsenal ? Manchester City 2-0

Bolton ? Middlesbrough 4-1

Hull City ? Portsmouth 0-0

Newcastle ? Chelsea 0-2

West Bromwich ? Stoke City 0-2

West Ham ? Sunderland 2-0

 

Dysturin millum Fulham og Liverpool byrjar klokkan 17.30.