Fótbóltur
Síðani hann tók við sum venjari í Chelsea, hevur José Mourinho ongan tíð roynt at tapt heimadyst í Premier League. Tað metið stendur framvegis, men tað stóð tó nógv á, tá meistararnir sunnudagin tóku ímóti Arsenal.
Einki forgjørt hevði verið, um Chelsea vann við fleiri málum, men talan var um ein av dystunum, har dýrt keyptu stjørnurnar høvdu meira enn trupult við at finna meskarnar. Lampard, Shevchenko, Ballack og Drogba høvdu allir sínar møguleikar, men tá Lehmann ikki tók sær av hesum, var træverkið í parti við gestunum, sum í sínum lagi stríddust fyri møguleikanum.
Og tað tóktist eisini gav úrslit, tá Flamini bert eitt korter fyri leiklok sendi bóltin í meskarnar. Eftir gott samanspæl við Hleb á miðvøllinum gjørdist fraklendingurin leysur, og við einum góðum skoti sendi hann bóltin inn við stólpan.
Málið noyddi Chelsea at seta enn meira ferð á annars ferðmiklu uppgerðina, og lívlínan kom, tá Essian hamraði bóltin í meskarnar eftir 84 minuttum.
Og framvegis hevði Chelsea orsøk at iðra seg. Í yvirtíðini var træverkið aftur fyri tvær ferðir. Fyrst tá Essien úr tveimum metrum smekkaði til á tvørtræið, og síðani tá Lampard rakti innsíðuna av stólpanum, tá hann var fyrstur á retui eftir skotroynd frá Robben.
Og tó at teir enn ikki hava tapt á heimavølli, so misti Chelsea við javnleikinum eitt týðandi fet í oddasstríðnum. Við sínum sigri í lokaluppgerðini móti Manchester City hevði Manchester United økt munin í níggju stig undan sunnudegnum. Gaman í hava reyðu devlarnir spælt ein dyst meira, men við átta stigum hava teir altso vunnið sær eina leiðslu, sum sjálvt Mourinho man halda vera dekan ov trivalig.