Chelsea uttan Terry í FA Cup

Hetta vikuskifti er FA Cup á skránni í Onglandi. Chelsea skal á heimavølli spæla móti Cardiff City, men tað verður uttan liðskiparin John Terry. Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, hevur givið Terry frí í nakrar dagar, eftir at privat lívið hjá honum er blivið endavent í miðlinum seinastu tíðina.

 

Manchester City skal á City of Manchester Stadium taka ímóti Stoke. Bæði Shay Given og Stuart Taylor eru við í hópinum, so tað er ósannlíkt at Gunnar Nielsen sleppur á bonkin. Tá Manchester City seinast spældi í FA Cup, á útivølli móti Scunthorpe, var Gunnar á bonkinum.

 

Dystirnir í dag eru:

 

Chelsea - Cardiff

Southampton - Portsmouth

Derby County - Birmingham

Reading - WBA

Manchester City - Stoke