Chelsea hevur varveitt spenningin í Premier League, tá teir í kvøld vunnu 2-1 á Manchester United á Stamford Bridge. Frank Lampard avgjørdi dystin við brotssparki. Tað var ferð á dystinum frá byrjan og bæði liðini komu fram til møguleikar. Chelsea umsetti eisini eitt horna til mál, men dómarin hevði frammanundan bríkslað fyri frísparki til Manchester United. Í hinum endanum var nógv lív í Nani, sum hótti við sínum góða bóltførleika og skjótleika.
Í vikuni hevur nógv verið tosað um Wayne Rooney og tað verður tað eisini aftaná dystin. Stutt uttanfyri brotsteigin fekk hann góða tíð at innstilla kanónina. Við høgra beini smekkaði hann bóltin flatt í málið. Wayne Rooney tykist av álvara hava funnið formin í røttu løtu.
Chelsea hevði ein risa møguleika at javna eftir fríspark. Men 40-ára gamli Edwin van der Sar í Manchester United málinum, sum hevur verið ein skansi í alt ár, bjargaði í trimum atløgum áðrenn bólturin varð ruddaður burtur.
Seinni hálvleikur var góðar tíggju minuttir gamal, tá Chelsea javnaði. Eftir innlegg endar bólturin fyri føturnar á David Luiz, sum hart kroystur megnar at sparka bóltin í málið. Hetta er fyrsta málið hjá 24-ára gamla miðverjanum, síðani hann í januar skifti til Chelsea frá Benfica.
Chelsea skifti Didier Drogba inn fyri Nicolas Anelka, meðan Manchester United skifti Dimitar Berbatov og Ryan Giggs inn í eini roynd at fáa vinnandi málið. Eitt korter fyri tíð var David Luiz heppin ikki at fáa sítt seinna gula kort, tá hann feldi Wayne Rooney.
Tólv minuttir fyri tíð dømdi dómarin brotsspark til Chelsea, tá innskifti Yuri Zhirkov fór umkoll í Manchester United brotsteiginum. Chris Smalling, sum gjørdi brotssparkið, var als ikki samdur í dóminum. Frank Lampard var tryggur úr ellivu metrum og smekkaði bóltin í nettakið.
Løtu seinni var Yuri Zhirkov nær við at økja, men Nemanja Vidic fekk í evstu løtu beint bóltin á stongina og út.
Seinastu løtuna tóktust Manchester United leikarnir at missa høvdið og tað endaði við útvísting til Nemanja Vidic. Hann verður sostatt ikki tøkur til dystin á Anfield sunnudagin.
Manchester United er framvegis fremst við 60 stigum, meðan Chelsea er 12 stig aftanfyri á fjórða plássi og hava spælt ein dyst færri.
Premier League úrslit:
Chelsea ? Manchester United 2-1 (0-1)
0-1 Wayne Rooney, 29
1-1 David Luiz, 54
2-1 Frank Lampard, 79