Champions League
Enn einaferð megnaði José Mourinho at skapa polemik í sambandi við ein stórdyst. Hesuferð var Chelsea á vitjan í suðurtýska býnum München, men Mourinho hevði leikbann og mátti tí sita á áskoðaraplássunum ístaðinfyri við síðulinjuna, har hann plagar at dirigera sínum troppum.
Seinastu vikurnar hevur eitt áhaldandi stríð verið millum UEFA øðrumegin og Chelsea og Mourinho hinumegin. UEFA hevur m.a. givið Mourinho tveir daga leikbann fyri hansara ákæringar móti dómaranum Anders Frisk. Hetta hevur eisini sett dám á ítróttarsíðurnar í teimum evropeisku bløðunum.
Og týsdagin vísti Chelsea enn einaferð sína vanvirðing yvirfyri UEFA. Hetta hendi á tíðindafundinum undan dystinum millum Bayern og Chelsea.
Meðan Bayern sendi sínar kanónir, sum vóru venjarin Felix Magath, Oliver Kahn og Owen Hargreaves, at svara spurningum frá fjølmiðlunum, so sendi Chelsea Luis Faria, ið stendur fyri kropsligu venjingini hjá Chelsea-leikarunum, og eykamannin Mikael Forssell. Hetta var eitt greitt signal til heimin um, at Chelsea ikki ætlar sær at dansa eftir pípuni hjá UEFA.
UEFA umboðsmaðurin var ikki blíður eftir tíðindafundin og vísti á, at hetta var sera óhóskandi atburður, og at ein slík lítisvirðing av tíðindafundinum bert kundi tulkast á ein hátt, og tað var, at Chelsea vildi vinna UEFA neisir fyri leikbannið móti Mourinho.
Dysturin
Men aftur til dystin (tá Mourinho er í nánd endar tað mangan við, at man tosar um tað, ið hendir uttanfyri vøllin).
Bayern München vann dystin 3-2, eftir at Chelsea hevði verið frammanfyri 1-0 í steðginum. Tað var sum ikki einaferð miðvallarin Frank Lampard, ið fekk fyrsta málið í dystinum. Joe Cole var upphavsmaður, tá hann legði bóltin útfrá til Lampard, sum royndi seg við langskoti. Bólturin bar við beinið hjá Lucio og snýtti fullkomiliga Kahn í málinum.
Bayern legði annars hart út, og hevði tvær vandamiklar royndir innanfyri fyrst tíggju minuttirnar. Tað var øllum greitt, at týska stórfelagið ikki fór at tapa uttan ein harðan dyst. Tí var tað ein dyggur smeitur fyri týskarar, tá Chelsea fekk hetta sera hepna málið.
Eftir steðgin helt Bayern fram við at leggja trýst á Chelsea málið, og tað gav eisini úrslit miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tann altíð vandamikli Ballack sendi ein góðan høvdara móti málinum, ið Cech bert fekk bjargað á stongina, og so hevði Pizarro lætt við at javna til 1-1.
Løtuna eftir útjavnandi málið legði Bayern nógv fyri í jagstranini eftir fleiri málum, og tað stóð eisini nógv á hjá Chelsea. Eitt innlegg endaði á tvørstongini, og Gudjohnsen bjargaði eisini á sjálvari málstrikuni.
Chelsea fekk tó avgerandi málið tíggju minuttir fyri leiklok. Enn einaferð var tað Joe Cole, ið stóð fyri upplegginum. Hann fangaði ein bólt heilt niðri í horninum, sendi innfyri til Drogba, ið sera hegnisliga snaraði innlegginum innum handara stólpa til 2-1. Tá var dysturin í roynd og veru liðugur, tí Bayern nú skuldi skora trý mál fyri at lívbjarga sær.
At Bayern skoraði tvey mál í teimum seinastu minuttunum hevði bert kosmetiskan týdning. Samanlagda úrslitið gjørdist tískil 6-5 til Chelsea, sum fer víðari í hálvfinaluna. Chelsea skal tá møta antin Juventus ella Liverpool.
Veikleikin hjá Chelsea er heilt einfalt, at ov nógv mál fara ígjøgnum, og spurningurin er, um tað ikki kann raka teir meint, tá teir eventuelt møta tí traditionelt sterka italska verjuspælinum.
Skandala á San Siro
Dysturin á San Siro millum AC Milan og Inter varð steðgaður, tá sjeytitríggir minuttir vórðu leiktir. Orsøkin var, at viðhaldsfólk hjá Inter tveittu fýrverk á vøllin, og eitt rómverjaljós rakti eisini málverjan hjá Milan, Dida.
Dómarin Markus Merk gjørdi fyrst av at steðga dystinum eina løtu fyri at vita, um ikki áskoðararnir fóru at sissast. Men einki batti, tí enn meira fýrverk varð tveitt út á vøllin.
Eftir ein steðg, ið vardi tjúgufimm minuttir, varð dysturin steðgaður, og UEFA skal nú taka støðu til, hvussu hetta málið skal avgreiðast. Væntandi fer Milan víðari uttan víðari hóvasták, og Inter fær eina stóra bót.
Støðan var annars 1-0 til Milan, tá dysturin varð avblástur. Málið skoraði Shevchenko eftir hálvan tíma, tá hann breyt ígjøgnum úr høgru og sendi eitt skot upp í hornið. Shevchenko skuldi annars havt verið rikin av vølli eftir bert tríggjar minuttir, tá hann skallaði verjuleikaran Marco Materazzi, men dómarin varnaðist ikki hendingina. Shevchenko kann tí vænta sær leikbann til hálvfinaluna, um UEFA velur at taka málið til viðgerðar.
Milan liðið var als ikki so væl fyri, sum vit áður hava sæð teir. Inter hevði fleiri vandamiklar møguleikar, men málverjin Dida stóð ein branddyst og helt eisini málið reint. Inter hevði eitt skot á stongina og eitt brotsspark, ið ikki bleiv dømt.
Tað, ið fekk bikarið hjá Inter viðhaldsfólkunum at flóta yvir, var tá málið hjá Cambiasso varð kolldømt á sera tunnum grundarlagi. Eftir hetta regnaði fýrverkið út á vøllin, og dysturin steðgaður. Milan skal møta antin PSV ella Lyon í hálvfinaluni.
UEFA Champions League, 2. fjórðingsfinalur:
Bayern München ? Chelsea 3-2 (0-1)
0-1: Frank Lampard (30)
1-1: Claudio Pizarro (65)
1-2: Didier Drogba (81)
2-2: Paul Guerrero (90)
3-2: Mehmet Scholl (90)
Chelsea vinnur samanlagt 6-5
Inter ? AC Milan 0-1 (0-1)
0-1: Andrei Shevchenko (30)
(Dysturin avblástur eftir 73 minuttir vegna ófrið á áskoðaraplássunum)
Milan vinnur samanlagt 3-0 (UEFA skal tó taka endaliga støðu í málinum)