Chelsea yvirhálar Arsenal innanum

Premier League: Nýggi eigarin hjá Chelsea tykist hava yvirhálað Arsenal í kappingini um Raphinha

Chelsea hevur sambært kenda ítróttarskrivaranum, Fabrizio Romano, yvirhálað Arsenal í kappingini um at keypa stjørnuspælaran hjá Leeds United, tann 25 ára gamla brasilska Raphinha.

 

Raphinha hevur verið settur í samband við bæði FC Barcelona og Arsenal í summar. FC Barcelona er í fíggjarligum óveðrið, og hevur ongan kjans at rinda fullan prís fyri Raphinha. Vónin í katalanska stórfelagnum var, at Leeds United flutti niður, tí so fór prísurin á brasilska spælaranum niður.

 

Fabrizio Romano og aðrir miðlar hava í eina tíð skriva, at Raphinha, og landsmaðurin úr Brasil Gabriel Jesus, báðir skifta til Arsenal. Nú er líkt til, at Raphinha endar hjá grannunum í Chelsea. Prísurin sigst liggja um 560 milliónir krónur.

 

Tað hevur verið rokaliga í Chelsea, síðani russisku innrásina í Ukreina. Fyrst bleiv felagið revsað av bretsku stjórnini, tí russiski eigarin, navnframi Roman Abramovich, bleiv settur í samband við Valdimir Putin. Síðani bleiv felagið selt til amerikanska Todd Boehly, ið hevur ruddað út í leiðsluni. Fyrsta keypið verður væntandi Raphinha, meðan Raheem Sterling eisini verður settur í samband við Chelsea.