Cheney seldi síni partabrøv og fekk væl burturúr

Í sambandi við fíggjargølurnar í USA er George W. Bush, forseti lagdur undir at hava selt partabrøv við góðum vinningi, men varaforseti hansara, Dick Cheney, fekk væl meiri burturúr, tá hann seldi

Í august í 2000 fekk Dick Cheney 135 milliónir krónur í vinningi, tá hann seldi síni partabrøv í fyritøkuni Halliburton, har hann var ein av leiðarunum, til hann varð tilnevndur varaforsetaevni hjá George W. Bush upp undir forsetavalið sama heystið.
Tveir mánaðir eftir at Cheney hevði selt síni partabrøv, kunngjørdi Halliburton, at felagið hevði ikki havt so gott úrslit, sum tey flestu høvdu væntað, og alt fyri eitt fall virðið á partabrøvunum í fyritøkuni.
Hetta hevur reist spurn-ingin, um Dick Cheney visti úrslitið hjá felagnum, tá hann seldi síni partabrøv.
Washington Post skrivar, at var varaforsetin vitandi um tað komandi úrslitið, tá hann seldi síni partabrøv, kann eingin ivi vera um, at talan er um lógarbrot. Enn hevur eingin skuldsett Cheney fyri at hava gjørt nakað ólógligt, men avdúkingin av søluni hevur fingið mong at ivast í, um hann er tann rætti maðurin til tað starv, sum hann nú hevur. Samstundis er komið fram, at Halliburton er í stórum fíggjarligum trupulleikum í dag orsakað av avgerðum, sum vórðu tiknar ta tíðina, Dick Cheney sat í leiðsluni.