Cheney tætt við bumbuspreinging

Ein sterk bumba brast í morgun á einari amerikanskari herstøð í Afghanistan. Dick Cheney, varaforseti, var á herstøðini, tá bumban brast. Varaforsetin fekk ongan skaða av spreingingini, men amerikanskir talsmenn siga, at bumban kostaði minst 20 mannalív.

Bumban brast tætt við høvuðsdyrnar á herstøðini Bangram Airbase, sum er høvuðsstøð hjá amerikonsku hermonnunum í Afghanistan. Støðin er einar 60 kilometrar norðan fyri Kabul.

Dick Cheney kom til Bangram Airbase í gjár, eftir at hann hevði hitt afghanska forsetan, Hamid Karzai.