Chevrolet 100 ár

Tann 3. november eru 100 ár síðan Louis Chevrolet stovnaði Chevrolet bilverksmiðjuna í USA í 1911. Síðan 1918 hevur Chevrolet verið partur av General Motors konsernini.

Chevrolet er eitt av elstu bilmerkjunum í Føroyum. Tað var fyritøkan P/F Vilhelm Nielsen sum seldi Chevrolet í mong ár. Fyrstu bilarnir komu higar til lands í 1920-unum. Í dag er tað Auto Service, sum selur Chevrolet í Føroyum.