Chevron leggur til brots á Føroyaleiðini

Amerikanska oljufelagið Chevron fer nú at gera seismiskar kanningar við markið og tilrættaleggur ?sitesurvey? á tí lovandi Súluprospektinum, sum skal rudda slóð fyri boring Í farnu viku kom seismikkskipið Malene Østervold á Havnina. Skipið skal skjóta seismikk á loyvi 008, sum liggur beint við markið og tætt upp at tí stóra oljufundinum, sum oljufelagið Chevron hevur gjørt hinumegin markið, eisini kallað Rosebankfundið.

Don Ragusa, sum stendur á odda fyri leitingini hjá Chevron á okkara leiðum, sigur við Portalin, at Chevron og tess partnarar fara í seinasta ársfjórðingi í ár at taka støðu til, hvat ætlanin er við loyvi 008. -Vit skutu seismikk í fjør, sum er ein partur av okkara skyldum. Men vit skutu ikki allan seismikkin tá, tí veðrið var ikki heilt til vildar, so nú hava vit gjørt sáttmála um at skjóta restina av seismikkinum sigur Don Ragusa.

Hann váttar, at Chevron er eisini í gongd við at tilrættaleggja eina sokallaða ?sitesurvey? kanning. Hetta er seinasta útkallið undan eini boring. Hon verður gjørd fyri at finna rættta staðið at seta borin í undirgrundina.

Men Don Ragusa sigur, at hóast Chevron og partnarar tess ikki hava tikið endaliga avgerð um at halda fram við loyvi 008, so hevur man kortini gjørt av at fara undir at gera ?sitesurvey? kanningar í loyvinum, tí tað er rættiliga torført at fáa skip til slíkar kanningar. Men hann leggur dent á, at samtakið enn ikki hevur tikið endaligu avgerðina, hvat man vil við loyvi 008. Portalurin skilur annars, at hetta er meira ein spurningur um formalitetir, tí Chevron og partnarar tess síggja stórar møguleikar bæði á bretskari og føroyskari síðu.