Chevron vil vera ein góður borgari í Føroyum

-Tað er ikki fyrst og fremst ein spurningur um at forvinna sum mest av pengum í eini framtíðar føroyskari oljuvinnu. Tað er ein spurningur um, hvussu vit kunnu forvinna pening. Tí fara vit ikki at ganga uppá kompromi við okkara stavnhald, sum er at raðfesta trygd, heilsu og umhvørvi hægst. Hetta stavnhald ynski vit at brúka í Føroyum eisini. Vit ynskja at gerast ein góður borgari við skyldum sum einhvør annar borgari sigur oddamaðurin hjá Chevron í Danmark.

Oljufelag vitjar
Jan Müller
[email protected]

Jólatingið hjá Oljutinginum varð hildið á Hotel Føroyum týskvøldið. Bert eittans evni varð á skránni: risastóra oljufelagið Chevron, sum er størsta og mest virkna oljufelag á Atlantsmótinum. Og gesturin var eingin minni enn oddamaðurin hjá Chevron í Danmark, Trond Unneland. Og tað varð eisini lagt upp til eina heldur óvanliga framløgubyrjan, tí tá teir umleið 60 áhoyrarnir fingu sær pláss í stóru høllini og lýddu á, fingu teir heldur óvantað fyrst at vita, hvar neyðútgongirnar og rímingarvegirnir eru á hotellinum, skuldi eldur komið í.

-Tað er greitt, at vit ynskja at gerast partur av leitingini eftir olju og gassi við Føroyar, men hetta skal gerast á bestan hátt. Felagið ætlar sær at vera opið fyri at ganga lokalum ynskjum og treytum á møti. Men eitt stendur klettafast hjá okkum í Chevron. Vit ganga ikki uppá kompromi, tá tað snýr seg um trygd, heilsu og umhvørvi. Hesi standa fremst í okkara skjaldamerki og vilja vit gera alt fyri at raðfesta tey hægst í Føroyum eisini.

Trond Unneland vísir annars á, at Chevron er kent fyri at vera ein nógv brúktur partnari í londum við torførum umstøðum, eitt nú í Afrika og Suðuramerika, tí felagið tekur hædd fyri lokalum viðurskiftum á staðnum. Teir byggja skúlar og stuðla lokala ídnaðinum.

Vilja stuðla og menna
-Men hvussu kann Chevron so gerast eitt gott oljufelag fyri Føroyar?

-Tað kunnu vit á mangan hátt eitt nú við at hava trygdina fremst í huganum og at brúka nógva orku uppá at varðveita eitt gott og reint umhvørvi. Eisini við at stuðla og menna lokala vinnu, gransking og útbúgving. Og so sjálvandi at vera við til at finna olju og gass, sum aftur kunnu gagna føroyska samfelagnum.

Ì hesum sambandi nevnir Trond Unneland, at felagið hevur bundið seg til at brúka 3 mill. kr. til verkætlanir í Føroyum fyri at hava fingið leitiloyvi í 2. útbjóðing. Ein grunnur er stovnaður til at lata stuðul til ymisk lolkal tiltøk eitt nú í sambandi við útbúgving og vinnu. Teir hava longu fingið umleið 20 umsóknir.

Mest virkið
Chevron telist í dag millum heimsins fimm størstu oljufeløg. Chevron er tað felagið, sum hevur flest ferkilometrar av loyvisøki á Atlantsmótinum. Felagið, sum hevur arbeitt rættiliga miðvíst vestan fyri Hetland í mong ár, fer nú av álvara at seta fokus á økið eystan fyri Føroyar eisini. Eftir at Chevron fekk leitiloyvi her hevur tað staðið fyri seismiskum kanningum, sum nú verða tulkaðar.

Annars er Chevron sera virkið framvið øllum miðlinjumarkinum millum londini. Felagið fer longu í mars mánað undir eina stóra boriætlan í bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Borast skulu 3 brunnar og fer hetta arbeiðið at taka meginpartin av 2006. Endamálið er innan stutta tíð at kunna staðfesta, hvussu stórt Rosebank/Lochnagar fundið er. Tað var í fjør, at Chevron, Statoil, Dong og OMV gjørdi eitt stórt oljufund á hesi leið. Talan kann vera um eitt stórt fund, tí struktururin kann vera umleið 20 kilometrar langur. So væl varð hetta fundið móttikið hjá ovastu leiðsluni hjá Chevron í San Ramon í California, at eitt sera agressivt og óvanligt boriprogramm varð sett út í kortið. At bora 3 avmarkingarbrunnar í sama ári er sera óvanligt í oljuleiting og kann hetta tulkast sum, at Chevronleiðslan veruliga sær nakað stórt í hesum fundinum.

Trond Unneland sigur, at hesir brunnar saman við tulking av nýggjum 3D seismikki bæði í hesum økinum og føroysku megin markið eisini, har somu feløg hava leitiloyvi, kann fáa stóran týdning sum partur av grundarlagnum fyri eina møguliga komandi boring við Føroyar í næstu framtíð.

Fyri Føroyar hevur tað eisini stóran týdning, at úrslitið av komandi boringum kann fáa ávirkan á tulkingina av føroysku jarðfrøðini. Og her leggur norðmaðurin aftrat, at jarðfrøðin heldur seg ikki til mørk soleiðis sum lond gera tað. Tí er ikki óhugsandi, at jarðfrøðiligu viðurskiftini líkjast báðumegin markið.

-Tess betur vit skilja jarðfrøðina í bretskum øki tess meira kunnu vit minka um óvissuna í føroyskum umráði.

Um úrslitið av avmarkingarbrunnunum verður positivt verður farið undir at fyrireika framleiðslu. Trond Unneland veit ikki, nær ein framleiðsla kann vera klár. Tað veldst um mong viðurskikfti so sum havdýpi og hvat slag av útbúnað man velur. Men Chevron hevur góðar royndir við at kunna skunda undir eina framleiðsluna rættiliga skjótt.

Væl nøgdir við føroyska tænastu
Chevron hevur skotið seismikk í Føroyum í summar og hava teir m.a. brúkt føroyskar tænastur. Teir eru sera væl nøgdir við ta tænastu, sum Atlantic Airways hevur latið.

Seismiska tulkingin verður liðug í mars 2006. Tulking og annað arbeiði, sum fevnir um bæði bretska og føroyska økið verður gjørt hjá Chevron í Aberdeen. Ætlanin er at evaluera loyvið við Føroyar og grundarlagið fyri at fara víðari, tá teir hava fingið fleiri upplýsingar frá Rosebank.

Trond Unneland sigur, at herfyri varð felagið Chevron Føroyar stovnað og skrásett í Danmark. Annars fer alt kanningararbeiðið hjá felagnum á Atlantsmótinum fram í Aberdeen. Tá tað nærkast eini leiting á landgrunninum verður støða tikin til at lata upp skrivstovu her og flyta uppgávur hagar. Í dag er Halgir W. Poulsen, advokatur umboðsmaður hjá felagnum.


Fakta um Chevron
Felagið arbeiðir í 180 londum og hevur 53.000 fólk í arbeiði.

Trygd, heilsa og umhvørvi verða raðfest hægst í felagnum.

Pensiónsaldurin í felagnum er í meðal 57 ár, og tí verður nógv orka brúkt til at útbúgva nýggj starvsfólk. Brúk verður fyri nógvum fólkum komandi árini. Felagið miðjar móti at útbúgva fólk frá økjum tað arbeiðir í og hevur í hesum sambandi samstarv við lærdar háskúlar.

Felagið er tað oljufelagið í mun til støddina, sum ger størstu íløgur í útbygging.

Nýggj leitiøki eru Barentshavið og Atlantsmótið. Felagið hevur tætt samstarv við Statoil á hesum leiðum og aðrastaðni.

Ein stór styrki hjá felagnum er, at tað hevur so lætt við at samstarva við onnur feløg. Hetta hevur eisini víst seg á Atlantsmótinum. Felagið fekk í 2001 týðandi loyvi á bretskum øki og fá ár seinni vóru fleiri onnur feløg partur av hesum loyvum.
Felagið er kappingarført og vil fegið býta út vitan og tøkni við samstarvspartnarar.

Felagið er sera virkið á danska landgrunninum. Er partur av DUC, har tað eigur 15%.



0