Chevronsamtak borar við markið í vár

Langt um leingi hevur tað eydnast oljurisanum ChevronTexaco at fáa ein boripall til at fara undir eina sera spennandi og avgerandi boriætlan á Atlantsmótinum, beint eystan fyri føroyska markið. Talan er um stóra oljufundið, Rosebank/Lochnagar, sum oljufelagið Chevron saman við Statoil, Dong og OMV gjørdu í Hetlandsrennuni í august 2004. Tað var hetta fundið, sum varð ein av mest týðandi orsøkunum til, at so stór undirtøka var fyri 2. útbjóðing í føroyskum øki fyrr í ár.
Eftir tógvið stríð er tað eydnast fyristøðufelagnum (operatør) Chevron at fáa eina avtalu við eitt av heimsins størstu riggfeløgum, Transocean, at leiga boripallin "Transocean Rather" at standa fyri einum rættiliga rúgvusmiklum boriprogrammi beint við markið. Talan er um at bora fleiri brunnar, helst einar 2 til 3, tvs. bæði avmarkingarbrunnar og eisini leitibrunnar. Hesir skulu so siga, hvussu stór oljukeldan, sum longu er funnin, er. Eisini vilja hesar boringar siga nakað um møguleikarnar at gera líknandi fund okkara megin markið, har Chevron eisini hevur leitiloyvi, og har felagið í løtuni er í gongd við at gera rættiliga týdningarmiklar seismiskar kanningar.
Ætlanin er at fara undir boriætlanina longu í apríl, mai ella juni næsta ár. Gary Luquette, forseti og stjóri fyri Chevron Upstream Europe sigur í eini viðmerking til komandi ætlaninar, at tey eru sera nøgd við úrslitini higartil og hava vónir um, at okkurt skilagott fer at spyrjast burtur úr komandi arbeiðinum. "We are extremely encouraged by the preliminary results of this exploration programme which is very much aligned with Chevron's strategy to achieve superior exploration success from a focused, high-impact exploration program. This follow-up will give us the opportunity to decide whether this find has potential for future development" sigur hann í eini viðmerking, nú tað loksins hevur eydnast at skriva undir avtalu um at leiga boripall.
At eitt oljusamtak fer undir eina so umfatandi boriætlan við avmarkingar- og leitibrunnum kundi bent á, at vónirnar til fundið eru stórar. Sum skilst so verður hetta gjørt eftir stuttari tíð fyri harvið at vinna tíð. Er fundið stórt og lønandi, so verður uttan iva skundað undir eina útbyggingarætlan. Og ein slík útbyggingarætlan vil tá vera gull verd fyri leiting og menning á føroyaøkinum. Tí er stig tikið til eitt undirstøðukervi (infrastruktur) í einum so fjarskotnum øki á Atlantsmótinum og sum liggur so tætt upp at føroyska markinum, har fleiri fleiri av somu feløgunum í løtuni gera kanningar, so verður tað so mikið lættari og bíligari at hekta komandi føroyskar útbyggingar uppí. Ein kann tí loyva sær at siga, at ein oljuútbygging á Rosebankleiðini kann gerast ein katalysator fyri menning av leiting og útbygging á føroyska landgrunninum.

FAKTA
Chevron er eitt av heimsins størstu oljufeløgum við umleið 53.000 starvsfólkum. Felagið arbeiðir í 180 londum og tekst við oljuleiting, framleiðslu, flutningi, marknaðarføring og øðrum uppgávum í oljuvinnuni. Høvuðsdeildin hjá felagnum er í San Ramon í California. Felagið varð tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum í 2. útbjóðing saman við Statoil, Dong og OMV.