Chojniczanka datt niður á sjeynda plássið

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka taptu á útivølli

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu í dag dyst á útivølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Zaglebie II.

 

Zaglebie vann 2-1. Longu tá eitt korter var leikt av dystinum fekk miðvallarin hjá Chojniczanka, Blazej Szczepanek tað reyða kortið, og so máttu teir hjá Chojniczanka spæla í meir enn 75 minuttir við bert 10 leikarum. 

 

Zaglebie legði seg á odda tá 68 minuttir vóru leiktir, og heilt móti dystarenda øktu teir til 2-0. Áðrenn seinasta bríkslið ljóðaði minkaði Hide Vitalucci um munin til 2-1.

 

Við tapinum datt Chojniczanka av fjórða plássinum og niður á sjeynda plássið, har teir hava 42 stig. Tað er tó bert málmunurin, ið skilir Chojniczanka frá sætta plássinum, har Zaglebie eisini hevur 42 stig. Liðini sum enda millum nummar trý og seks spæla uppflytingardystir tá grundspælið er liðugt. 

 

Komandi fríggjakvøld tekur Chojniczanka móti Sandechja Nowy á heimavølli.

 

Chojniczanka hevur fimm dystir eftir at leika í royndina at tryggja liðnum uppflyting.