Áðrenn Chopin fór úr Pólandi til París í útlegd, trúlovaði hann seg við 20 ára gomlu Constantina Gladkowska. Tey sóu aldri hvørt annað aftur. Í París fekk Chopin sær aðra kvinnu, nevniliga Delfina Potocka, sum var songkvinna og greivinna. Nærum samstundus trúlovaði hann seg í loyndum við ungu Maria Wodzinska í Týsklandi. Men pápi hennara loyvdi ikki sambandinum, so árið eftir knýtti hann seg enn tættari við George Sand. Hetta kenda sambandið, sum hevði avgerandi týdning fyri tónleikin og lívið hjá Chopin, vardi í tíggju ár. Tvær kvinnur afturat royndu at forføra Chopin, sum alt lívið fann íblástur til tónleikur frá kvinnum.