Chris kann blíva forsetavalevni

Tað er ikki óhugsandi, at kappingarneytin hjá Barack Obama á forsetavalinum í 2012 fer at eita Chris Christie. Hann er republikanari og varð valdur til guvernør í statinum New Jersey í 2009.

Sambært einari nýggjari meiningakanning, sum lærdi háskúlin Fairleigh Dickinson í New Jersey hevur gjørt, hevur Chris Christie góðar møguleikar at vinna kappingina hjá republikanarunum um, hvør skal bjóða Obama av.

Sjálvur hevur hann sagt, at hann ætlar sær ikki at dyrgja eftir at blíva valevni.

Tað er tó ikki líkt til, at Chris Christie er tann republikanarin, sum kann geva Obama ta harðastu kappingina. Sambært kanningini høvdu bæði Mike Huckabee, fyrrverandi guvernørur í Arkansas, og Mitt Romney, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, fingið fleiri atkvøður enn Chris Christie sum forsetavalevni hjá republikanarunum.