Fyri løtu síðani lendi Christer Sjögren við flogfarinum hjá Atlantsflog vesturi í Vágum. Talan er um fyrstu ferðina hjá Christer Sjøgren í Føroyum.
Svenski sangarin vitjar ítróttarhøllina á Hálsi í annaðkvøld. 61 ára gamli Christer Sjögren er um nakar røddin aftan fyri størsta dansibólkinum í Norðurlendskari tónleikasøgu Vikingarna sum túsundtals føroyingar hava tikið til sín gjøgnum árini. Sjálvur hevur Christer Sjøgren verið virkin sangari í 43 ár.
Christer Sjögren gjørdist sangari í legendariska bólkinum Vikingarna í 1978 og var frontmaður inntil bólkurin legði árarnar inn í 2004. Vikingarna hava selt 11 milliónir fløgur. Við sær til Føroya hevur svenski sangarin Erik Lihms Orkester, ið er ein av fremstu dansibólkunum í Norðurlondum í dag. Eisini fer fløguaktuelli Hallur Joensen at framføra í ítróttarhøllini á Hálsi í annaðkvøld.
Tiltakið byrjar klokkan 23 í annaðkvøld, og til ber at keypa atgongumerki á Magn-støðunum kring landið.