Christian avloysir bygdarmann

1. november verður stjóraskifti á Samskip, tá húsavíkingurin Christian Danielsen loysir húsavíkingin Joel undir Leitinum av

Nú eru liðin seks ár síðani Samskip etableraði seg her í Føroyum, og øll árini hevur Joel undir Leitinum sitið í stjórasessinum.
- Vit hava arbeitt fyritøkuna upp frá grundini av til hon í dag er millum førandi fyritøkurnar á marknaðinum, sigur Joel undir Leitinum.
Í dag eru tilsamans 54 ársverk í fyritøkuni í Føroyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli.
- Á landi eru eini 15 fólk í føstum starvi umframt ein røð av tímaløntum fólki. Vit reka eisini eina frystigoymslu í Kollafirði, sum við sínum 7.000 tonsum er landsins størsta, sigur Joel undir Leitinum.
Hann fer frá stjórastarvinum á Samskip til eitt starv sum leiðari fyri Corporate Finance hjá BankNordik.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, tí júst hetta var mítt spesiali, tá eg læs, sigur Joel undir Leitinum.
Eisini Christian Danielsen er spentur upp á nýggja starvið. Hann kemur frá einum starvi sum fíggjarleiðari hjá Articon, har hann hevur verið í trý ár, og millum annað hevur upplivað heiðurin at arbeiðspláss hansara var valt til ársins virki.
- Hetta verður fyri meg ein spennandi uppgáva. Felagið hevur eina góða støðu á marknaðinum, og er meti eisini vinnuna, sum felagið arbeiðir innan fyri, at vera bæði spennandi og avbjóðandi, sigur komandi stjórin í Samskip, Christian Danielsen.
Báðir taka teir við sínum nýggja starvi 1. november.