Christian Bærentsen: Einasti føroyski amtmaður

Síðan 1816 hava 25 amtmenn og ríkisumboðsmenn verið í Føroyum. Av hesum hevur bert ein verið føroyingur, Christian Bærentsen. Einasta beinleiðis minni um hann í Føroyum er grøvin hjá tveimum synum, Erik og Viggo, sum doyðu eitt ára gamlir. Teir liggja undir liðini á abbanum og ommuni Enokki og Jacobinu í gamla kirkjugarði

Christian Bærentsen var føddur 14. mai 1862 í Havn. Pápin var Enok Bærentsen, keypmaður og bóndasonur av Sundi. Mamman var Jakobina, dóttir Poul Chr. Kjærgaard, danskan skipara, og Marin Margrethu, dóttir Jákup Nolsøe, forvaltara við kgl. handilin.

Christian Bærentsen fór niður í 1875, bert 13 ára gamal. Hann kom á Herlufs­holm og tók stu­dentsprógv í 1880. Hann las fyrst í tvey ár mál, norrønt og franskt. Hann skifti lesna og tók embætisprógv í løg­frøði í 1886. Orsøkin til skiftið var vónin um at fáa starv í Føroyum.

Í 1879 hevði hann á bókasavninum á skúlanum fingið hendur á Færøsk Grammatik hjá Hammers­haimb. Hetta vakti hansara áhuga fyri føroyskum skrift­máli. Hann hevði roynt at læra seg at skriva føroyskt og fann, at tað var ikki so torført.

Hesa tíðina plagdi hann eisini at vitja Niels Winther og konuna, sum var mostir hansara, og hetta kann hava gjørt sína ávirkan á hann.

Í 1881 var Christian Bær­ent­­sen við til at stovna Før­ingafelag í Danmark, og hann var í fyrstu nevndini. Hann trúi tó ikki, at hetta felag fór at gerast langlívað, men tað gjørdist kortini 100 ár og kom at hava stóran týdn­­ing fyri føroyskt felagslív.

Christian kom beinan­vegin inn í dómsmálaráðið sum skrivari og varð seinni fulltrúi. Hann gjørdist so væl umtóktur, at honum varð boðið amtmanns­embætið í Føroyum, og her kom hann at vera sitandi árini 1897-1911.

 

Amtmaður og landstingsmaður

Sum amtmaður var Bær­entsen løgtingsformaður, og við landstingsvalið 1902 valdi tingið hann við átjan atkvøðum til landstings­mann, har hann sat til 1906. Hann avloysti Fríðrik Peter­sen. Ein serlig søga er um teir báðar.

Á ólavsøkutingi í 1908 var Cristian Bærentsen ør­­indi í Danmark. Tískil tók Fríðrik Petersen sum próst­ur við formansstarvi­num. Hann legði seg uppí orða­skiftið og kom til ilnar við sjálvstýrisflokkin, ser­liga A. C. Evensen, sum helt for­mannin ikki vera so ópartí­skan, sum hann átti at vera. Hetta endaði við, at sjálv­stýrisflokkurin rýmdi úr tinginum og vildi ikki møta aftur, fyrr enn Christ­ian Bærentsen var aftur­komin. Tá ið hann kom aftur við Tjaldrinum hjá DFDS mannaði sjálvstýris­flokkur­in amtmansbátin, og teir fóru umborð eftir honum. Christian Bærentsen tók aftur við formanssessinum, og sjálvstýrisflokkurin møtti aftur á tingi.

Christian Bærentsen verður roknaður sum tann fyrsti føroyski “vinstramað­urin” í landstinginum. Sum vinstrimaður og hartil tjóðskaparmaður var hann serliga útsettur í tí kon­servativa landstinginum. Sum ovasti umboðsmaður fyri ríkið í Føroyum, kundi hann tó ikki vera talsmaður fyri tjóðskaparrørsluna. Men hann kundi greiða nærri frá henni og vísa ógrundaðum álopum aftur. Eisini var hann valdur av einum nærum einmæltum tingi, og kundi tí ikki umboða nakran serligan bólk í tinginum.

Men hann slapp tó ikki undan samanbrestum við teir meira konservativu í landstinginum vegna síni frísinnaðu sjónarmið.

Í 1903 høvdu Jóannes Patursson og Christian Bærentsen fingið fleiri týðandi lógir viðvíkjandi Føroyum gjøgnum ríkis­dagin. Ein av hesum var um 3 fjórðinga fiskimark, sum tá var hildið at hava stóran týdning við øllum teimum bretsku trolarunum undir Føroyum.

 

Besti formaður tingið hevði havt

Fólk mintist Bærentsen sum tann besti formaður, løg­­­tingið hevði havt. Við ans fyri formi, snildur og smidligur, stýrdi hann tingi­num og varðveitti góð­an tingsið, har “for­mað­urin var einasti tinglimur, ið ikki stóð undir formannsins vernd”. Umframt vanliga stríðið í tinginum kom afturat klandrið millum sjálv­stýri og samband.

Hann var góður maður at hitta og at heita á, og sum ein løgtingsmaður eina ferð segði: “Tú fórt ikki bert klókari frá honum enn tú komst, men eisini betri hýrdur.”

Á fyrstu tingsetu aftaná, at hann var farin til Dan­markar, sendi tingið honum hjartaliga heilsan.

Undir amtmannstíðini legði Bærentsen úr hondum saman við sorinskrivaranum Bang Færøsk Lovsamling í 1901, og í 1911 kom út, fyri­­reikað av Bærentsen “Forslag og Betænkninger afgivne af den færøske Landbokommission” og “Til­­læg” til sama uppskot. Eitt stórt verk, frálíkt úr hondum greitt.

Tað var spell, at tað ikki eydnaðist Bærentsen – sum ætlanin var – at skriva sín part av Løgtingssøguni, men nú bilaði sjónin honum.

 

Landsrættardómari

Tá Bærentsen var aftur fyri seg komin av tí sjúku, sum noyddi hann at søkja úr Føroyum, vóru mong boð eftir honum, sum altíð varð taldur millum landsins fínastu løgfrøðingar. Frá 1919-1934 var hann lands­dómari við Østre Landsret. Minnið um hansara virki her – sum hansara virki aðra­­­­­staðni – er enn væl goymt, varð sagt í minngar­orðunum um hann. Frá 1915 var hann prógdómari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Um sambandið við Før­oyar er her at nevna, at hann var heiðurslimur í Føroy­inga­felagi og í Studenta­felagnum, og av tí heilsu, sum hann á ellisárum sendi Hinum føroyska kristiliga Ungmannafelagnum, sæst hvussu væl hann unti tí.

Í feløgunum varð hann mintur, eisini tá sungið varð um ta “sterku og gráu kempu”, sum stendur fram úr Norðurhavinum ella tikið varð undir hansara lag til “Eg Oyggjar Veit.”

 

Familjan

Í 1890 giftist Christian Bærentsen við Mariu, dóttir Emil Kocks, sorinskrivara og Vanginu, dóttir Húsa­garðsbóndans í Havn, Jóhannes Djurhuus. Børn teirra vóru fimm, sum komu til. Døturnar vóru Gudrun, yvirassistentur og Inger, gift við stiftsfulltrúa Munch í Århus. Synirnir vóru Hakun, landsrættar­sak­førari, Olaf, sakførari í Søndre Birk og Sven, sakførari í Nakskov. Um­­framt hesi eru so Erik og Viggo, sum eru grivnir í gamla kirkjugarði.

Chr. Bærentsen doyði 6. januar 1944, og hann fór til gravar frá Solbjerg kirkju. Presturin skuldi ikki tala, men yvir orðunum “Gud er kærleiki” var talað um menniskjan, sum skuldi takka fyri tað, Gud av sínum kærleika gav og av sínum kærleika tók aftur. Tey, sum her syrgdu, vildu vita at takka fyri ta gávu, sum Gud við honum, ið nú var farin, hevði givið teim­um til vælsignilsi fyri teirra ætt.

Jørð varð kastað á og sálmurin “Kærlighed fra Gud” sungin.

 

 

Keldur:

Maria Mikkelsen

Hans Jacob Debes

Mourentius Viðstein

 

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti fara

vit at umrøða Hans Christiansen, Hans í Fjósi, keypmann í Havn og hansara ætt