Ólavsøkumorgun 1912 lá motorbáturin hjá Krisjani í Dali við tjaldursmerkinum blaktrandi frá mastrartoppinum.
Menninir, sum gingu sær oman í handilin í Vágsbotni at fáa sær eina øl at byrja ólavsøkuna við, kveittu út á Vág og hildu fyri: “Ná, Louisa er afturkomin. Nær man hon vera komin? Hevur tú sæð nakran av teimum?”
Nei, enn hevði eingin sæð teir. Kvøldið fyri hevði eingin Louisa verið, so teir mundu vera innkomnir í dimminum.
Og tað var ikki undarligt, um tað varð tosað um at Louisa var afturkomin. Tí hesin báturin, sum ikki var størri enn so, at kjølurin var 26 føtur, hevði verið um stórhavið og luttikið í fiskiskapsframsýning í Keypmannahavn.
“So lati eg ein
motorbát gera”
Ein sunnudag um várið 1912 sótu teir úti hjá Kristjani í Dali og tosaðu um ymiskt. Johan Restorff, versonur Krisjan, var inni, og talan fall á, at fiskiskapsframsýning skuldi verða í Keypmannahavn í juli sama ár. Johan helt tá fyri, at Føroyingar áttu at vera uppi í har. Kristjan í Dali var beinan vegin fúsur og kundi haft hug at farið við einum seksmannafari, sum skuldi verið róð niður. Men tað hildu teir vera ov nógv avgjørt. “Íðan,” helt Kristjan í Dali, “so lati eg ein motorbát gera!”
Og ikki var langt millum hugskot og verk hjá honum. Sama dag var hann hjá Liasi í Rættará og bað hann byggja sær ein motorbát. So væl lá tað fyri, at teir beint tá høvdu strekt ein 26 fóts kjøl til motorbát úti í Álakeri, og avgjørt varð, at Kristjan í Dali skuldu hava hendan bátin. Ein gamlan motor fingu teir vestan úr Vágum, og ein junidag fór Louisa, sum báturin varð nevndur, av bakkastokki.
Longu annan dagin eftir lá Louisa á vánni og snaraði sær einar tvær reisur fyri at vita um kumpassin - ein lítil bátakumpass - var í rættlagi, og so varð kósin sett eftir Hetlandi. Uttan nakað hóvasták, við einum snøggleika, sum sermerkti teir gomlu, var avgerðin tikin, og ferðin - ein vandafull ferð um stórhavið - byrjað.
Við á ferðini vóru umframt Kristjan í Dali sjálvan, sonurin Sofus, Hannimann hjá Mikkjali, Jákup Hans hjá Kaldsdbakspeturi og Harald Joensen, seinni kendur sum Harald á Sjómansheiminum. Ein sonur hansara var J.K. Joensen, smiðurin í Vágunum.
Frásøgnin hjá Sofusi:
Tað var gott landsynningsveður, tá ið vit fóru, men toka og tung alda. Vit settu kós eftir Muckle Flugga í Hetlandi, og tey einastu instrumentini, vit høvdu, vóru bert kumpassin og eitt flundrulogg.
Tá ið vit høvdu siglt eitt gott samdøgur, komu vit framá ein bát, sum royndi við gørnum - tað var framvegis mjørki - og greiddu teir okkum frá, at vit vóru tætt norðanfyri Muckle Flugga. Vit hildu so beinanvegin tvørturum.
Náttina eftir bleiv hann høgur í ættini við brennandi stormi. Tað var ikki annað at gera enn at lata Jákup Hans fara niður í motorrúmið og so negla kappan til. Pápi og Harald fóru niður undir har frammi, og varð kappin eisini fyrinegldur. Hannimann varð surraður fastur við róðrið, og eg frammi við mastrina.
Tann náttin var ikki tespulig.
Maður við róðrið
var horvin
Knappliga fáa vit ein øðiligan brotasjógv, og eg haldi meg hoyra mann rópa. Tá sjógvurin er av, síggi eg, at eingin maður er við róðrið. Hannimann er horvin. Eg kvetti beinanvegin surringina og lesti meg aftureftir. Eg sá tá, at alt uppstandandi var sorlað. Afturkomin varð eg varur við, at ein hond helt um gelendarið í læ. Tá var tað Hannimann, sum hekk uttanborðs. Sjógvurin hevði tikið hann við sær, men hann hevði verið knappur og hevði fingið í gelendarið, og nú hekk hann har í aðrari hondini. Eg fekk hann inn aftur, og hann fór aftur til róðurs.
Stutt aftaná komu vit á heilt slættan sjógv, og samstundis tók tokan at lætta. Tá sóu vit sker og hólmar alla staðni rundan um okkum og skiltu, at tað var eitt grunnbrot, vit høvdu fingið. Vit royndu at sleppa okkum út um aftur sum skjótast. Tá var veðrið eisini farið at batna. Hetta var á fjórða samdøgrið. Eg minnist, at pápi einaferð dukaði so óført niðri undir har frammi. Eg sparkaði kappan frá, og hann rætti okkum longdir og eina fløsku. Hann bað okkum fáa okkum, men ikki drekka ov nógv.
Skilti ikki, at teir vóru komnir undan
Tað, ið eftir var til Danmarkar, høvdu vit fínasta veður, vit lógu á dekkinum og svóvu í sólini. Um Helsingør-leitið sigldi ein av Tulenius-bátunum, Ask, framumm okkum. Seinni, tá vit komu til Keypmannahavnar, fingu vit at vita, at Ness hjá Boyggjasannu og Martin hjá Kaldbaks Peturi vóru niðurkomnir við Ask, og at teir, tá teir sóu Louisu beinanvegin skiltu, at tað var ein føroyskur bátur, og fingu vissu fyri tí, tá teir sóu tjaldursflaggið. Teir spurdu okkum, hvar vit høvdu verið staddir óveðursnáttina. Sama spurdi skiparin á ferðamannaskipinum Botnia. Teir undraðust á, at vit vóru komnir heilskapaðir frá tí veðrinum, tí bæði skipini høvdu ligið tildreygað.
Vit komu til Keypmannahavnar ein seinnapart í strálandi sól, 5 ½ samdøgur eftir, at vit fóru av Havnini.
Í Keypmannahavn har framsýningin var, vóru vit einar 14 dagar, og so fóru vit til Humlebæk fyri at fáa nýggjan motor. Tá ið vit so fóru úr Danmark aftur, vóru vit inni á Skodsborg, hagar fleiri føroyingar fylgdu við okkum.
Komu á ólavsøku
Uppaftur var tað mestsum sjaskveður alla tíðina. Eg minnist, at tá vit nærkaðust Føroyum aftur, komu vit fram á ein hvalabát, sum segði okkum frá, at vit vóru á Sandoyarbanka. Tá broyttu vit kósina eina kvart striku suðureftir. Mjørki var, og knappliga sóu vit land. Ilt var at síggja, hvar vit vóru. Pápi bað okkum gita. Summir hildu Skorararnar, aðrir at tað var Eystnes.
“Hyggið á sjógvin”, segði hin gamli. Tá sóu vit Dalsfles. Høvdu vit ongantíð havt skift kós, vóru vit ivaleyst komnir beint á Borðuna.
Hetta var Ólavsøkuaftan. Tá ið vit vóru komnuir á Kirkjubønes legði hin gamli stilt. Vit bíðaðu inntil dimmið, og so sigldu vit inn aftur á Havnina.
Vit sóu bert ein enstakan mann. Tað var ein, sum hevði verið yviri á Tórgarði og vitjað gentu sína.
Við 6 tons deksbáti
Dimmalætting hevði frásøgn um hendan túrin. Í blaðnum fyri 22. juni 1912 stendur, at “de Afstande og Vanskeligheder, man regnede med i gamle Dage, er svundne meget stærkt ind og reduceret til Ubetydeligheder; det mærker man ogsaa i disse Dage, da der tales om en Rejse herfra til Fiskeriudstillingen i København med en lille Motorbaad paa godt 6 tons. Det er den bekendte Lods Christiansen, der leder denne interessante Ekspedition; han agter at have tre unge Thorshavnere med sig, nemlig: Fiskerne Sofus og Johan Christiansen samt Montør Jacob H. Jacobsen.
Det vil vække megen Opsigt i Hovedstaden den Dag, den lille færøske Motorbaad lægger til i Københavns Havn. En saadan Rejse hører til det udsædvanlige”.
Mikudagin 3. juli 1912 skrivar Dimmalætting, at “motorbaad Louise afsejlede i Lørdag Eftermiddag til København. Foruden de i Bladet førnævnte Herrer rejste Smedemester Harald Joensen, Midvaag, med Motorbaaden. Vi haaber, det gode Vejr vil holde sig, saa “Louise” kan faa en fin Rejse”.
Tann 5. juli telegraferar loðsurin til Dimmalætting:
Motorbaad Louise er ankommet til København i Dag Kl. 5. Alt vel!
Christiansen.
Denne Tur er ganske usædvanlig og meget dristig. Samme Dag som den skandinaviske Fiskeri- og Motorudstilling er aabnet i København, lagde altsaa den lille færøske Motorbaad til ved Udstillingen og demonstrerede mere end noget andet, hvad Motoren kan udrette. Begivenheden maa have vakt megen Opsigt paa Udstillingen, og vi skylder Lods Christiansen og hans kække Ledsagere en Tak for deres Bedrift.
Skifti motor
Framsýningin man hava eydnast væl hjá føroysku luttakarunum, og tað gjørdi heimferðin hjá Louisu eisini. 27. juli 1912 skrivar Dimmalætting.
“Motorbaad Louise, Lods Christiansen, ankom hertil i Torsdags Nat kl. 12 fra København. Louise sejlede fra København Lørdag Aften Kl. 6, og har altsaa tilbagelagt Vejen paa godt 5 Døgn til trods for Modvind og daarlig Sø. Vi hilste i Gaar paa Lodsen, der var meget fornøjet med sin Københavnertur. “Man vilde bare ikke tro os dernede, da vi fortalte, vi kom sejlende fra Færøerne i den lille Baad”. Louise, der paa Nedrejsen havde en gammel Motor, er nu blevet forsynet med en ny Motor af samme Slags og Kraft. Lods Christiansens raske Tur til København er et udmærket Eksempel paa de færøske Søfolks Dygtighed og Kækhed og en brillant Reklame for Gideon-Motoren”.
Tá Loðsurin róði til Klaksvíkar at fáa boð til Orknoyggjarnar
Í bók síni um Rokkin greiðir Niels Juel Arge frá um, tá ferðamannaskipið hjá DFDS “Norge” 28. juni 1904 sigldi á ein boða við Rockall og 610 fólk druknaðu. I hesi frásøgn eigur Loðsurin ein leiklut, sum lutvíst vísir hann sum ein brand, og lutvíst lýsir hetta ta ógvisligu broyting, sum er hend við samskiftismøguleikunum í farnu øld.
Tað vóru alt ov fáir bjargingarbátar til øll ferðafólkini við Norge, og var hetta orsøkin til, at so nógv druknaðu. Men fólkið á einum bjargingarbáti kom til Føroya, og um hetta skrivar Niels Juel:
Týsdagin 5. juli kemur ein norsk skonnart niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð og kastar akker á Havnarvág. Longu tá hon kemur niðaneftir, er bátur á borði og frættir ørindini. Boð fara straks í land, og bátar kom at føra teir átjan menninar og smágentuna, sum er bjargað úr báti nr. 4 í land. Tey seks eru so illa á holdum komin, at ráðiligast er at leggja tey inn á sjúkrahúsið, so tey kunnu fáa holla viðgerð. Bátarnir fara tí inn á Vestaruvág við hesum seks og seta tey upp á land undir hospitalinum í Sjarpholinum. Hini verða førd inn á Eystaruvág og verða sett á land á Kongabrúnni. Tey fáa innivist á Hotel Djurhuus ella vertshúsinum, sum tað eisini varð nevnt. Tað stóð ikki so illa til við teimum, sum fóru á sjúkrahúsið. Nøkur teirra vórðu útskrivað longu dagin eftir og sluppu heim á Vertshúsið at gista.
Tað, sum mest ráddi um, var at boða frá, hvussu vorðið var við bjargingarbátunum. Í Føroyum vistu tey einki um vanlukkuna fyrr enn “Olga Poulina” kom á Havnina. Úr Føroyum bar ikki til at fjarrita boð niður til Hetlands ella Skotlands, tí telegrafkaðalin úr Hetlandi til Føroya varð ikki strektur fyrr enn í 1906. Einastu ráðini vóru at fáa Smiril avstað við boðunum, men hann var norðuri í Klaksvík. Hagar norður var heldur eingin telefonkaðal tá, og illa lá fyri at fáa bát norður, tí skriðan stóð eftir sjónum. Men Loðsurin (Kristian í Dali) mannaði sítt áttamannafar, Jomfrúnna, og helt út av Vestaruvág og niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð við einum strúki av vestri. Teir komu í øllum góðum norður til Klaksvíkar og sluppu suður aftur við Smirli, sum setti inn á Havnina og tók 2. stýrimann umborð. So var farið á Tvøroyri at taka nakrar kolamolar og so til havs. Stevnt varð til Stromness á Orknoyggjunum, hagar Smiril kom fríggjadagin 8. Juli við boðunum um funna bátin.
Ferðin hjá Sofusi
Sofus Dal Christiansen, sonur Loðsin var havnameistari og loðsur, og hann hevur eisini verið ein ævintýrari. Hann gjørdi í 1946 eina heilt serliga ferð. Hann sigldi nevniliga við einum opnum báti til Danmarkar at vitja dóttir sína. Hendan ferðin var rættuliga dramatisk. Vit koma seinni at hava eina Miðviku um hesa ferðina.
Komandi partur
Sosialurin kemur ikki út komandi hósdag, skírisdag. Næsta grein í hesi røð kemur tískil um tvær vikur. Tá fara vit um umrøða Johan Christian Djurhuus, sum var kendur sum Faktorin í Klaksvík í hálva øld