Christian Eriksen á veg til Premier League

Premier League: Miðlar siga seg vita, at Christian Eriksen er á veg til felag í London

The Athletic skrivar, at Christian Eriksen er á veg til Brentford í Premier League. Danski landsliðsspælarin hevur ikki spælt fótbólt, síðani hann fekk ein hjartasteðg til EM-endaspælið í fjør.

 

Síðani hevur miðvallarin verið undir skurð og fingið ein kvikil. Reglugerðin í Italia sigur, at tú ikki kanst spæla fótbólt við einum kvikli. Tí er Christian Eriksen loystur úr sáttmálanum við Inter Milan og kann finna sær eitt nýtt felag.

 

The Athletic skrivar, at talan verður ein seks mánaðar sáttmála at byrja við. Christian Eriksen hevur boðað frá, at hann hevur sett sær sum mál, at sleppa við til HM-endaspælið í Katar, sum verður í novembur.

 

Brentford hevur danska venjara í Thomas Frank, og hevur fleiri danskar spælarar í hópinum. Millum annað Christian Nørregaard og Mathias Jensen. Hartil er eigarin tann sami, sum eigur FC Midtjylland. Brentford hevur heimstað í London, har Christian Eriksen fyrr hevur spælt við Tottenham.