Christian Høgni aftur í NSÍ

Landsliðsleikarin kemur aftur til Føroya leygardagin, og verður ætlandi við, tá NSÍ annan hvítusunnudag spælir í Vági

Fótbóltur

Sum nevnt aðra staðni á hesum síðum, so er kappingin í donsku superliguni av á hesum sinni, og eitt av úrslitunum gjørdist, at Vejle komandi árið skal spæla fótbólt í næstfremstu donsku røðini.
Hetta tykist tó á ongan hátt at hava tikið hugin frá føroyska leikaranum í Vejle. Beint, sum niðurflytingin var veruleiki, tóku telefonlinjurnar millum NSÍ og Vejle at hitna. Tingast hevur verið aftur og fram, og endin gjørdist, at Christian Høgni fer at spæla við barndómsfelagnum hetta fram til summarsteðgin.

Við mánadagin
Tað er leiðslubólkurin í NSÍ, sum hevur havt sambandið við bæði Vejle og Christian Høgna, og sum vera man, so er frøin stór um, at tað soleiðis hevur eydnast at styrkja um álopspartin av liðnum.
- Tað er eingin loyna, at vit eru væl nøgdir um hetta. Tað skuldi so ikki verið nakar ivi um, at hetta er ein styrkur av liðnum, og vónandi fer hetta eisini at síggjast aftur í úrslitunum, sigur formaðurin í leiðslubólkinum, Hans Petur Ellingsgaard.
Sum sagt, so verður Christian Høgni eftir ætlan í Føroyum nú leygardagin, og eru spæliloyvi og annað fingin upp á pláss rættstundis, er einki til hindurs fyri, at hann fer at vera millum leikararnar á vøllinum, tá NSÍ annan hvítusunnudag vitjar í Vági.