Christian Høgni á miðvøllinum

Føroyski landsliðsmaðurin var miðvallari í vinstru, tá Vejle týskvøldið vann sannførandi 4?1 í Svendborg

Sambandið millum NSÍ og Vejle tykist vera gott. Ian Højgaard var í fleiri ár í Vejle, har hann m. a. spældi fótbólt. Nú er hann samskipari hjá NSÍ, samstundis sum hann er 1. liðsspælari.
Í blaðnum í gjár vóru tíðindini, at Ulrik Balling, sum í fleiri ár hevur verið á besta liðnum hjá Vejle, nú er í NSÍ, har hann verður við á ferðini til Akureyrar. Har fer NSÍ at fyrireika seg til steypafinaluna annan mánadag ella ólavsøkudag.
Og so vita vit, at Christian Høgni Jacobsen úr Runavík er í Vejle, har hann er við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hjá 1. deildarliðnum.
Týskvøldið var Vejle í Svendborg og spældi venjingardyst, og tað gekk væl. Vejle vann 4?1, eftir at støðan var 2?1, tá tað var hálvleikt.
Christian Høgni Jacobsen var á Vejle liðnum, men hann var ikki millum málskjúttarnar. Møguleikarnir hjá Christian Høgna at skjóta mál vóru kanska ikki so stórir, sum teir hava verið onkra ferðina. Vejle var í 4?4?2 útgávu, og Christian Høgni var ikki í álopsódnini, sum hann ofta hevur verið í. Heldur var hann á ytsta miðvallarplássinum í vinstru.
Leygardagin klokkan 16 er aftur venjingardystur á skránni hjá Vejle. Tá skulu teir spæla ímóti nýggja superliguliðnum úr Køge. Dysturin verður á Den Jyske Idrætsskole í Vejle.