Christian Høgni Jacobsen var millum málskjúttarnar, tá AB á útivølli spældi 2-2 móti Thisted seinnapartin. Støðan í hálvleikinum var 0-0.
Framherjin javnaði til 1-1, tá seinna hálvleiki var tríggjar minuttir gamal. Hann var fyrstur á bóltinum eftir innlegg, tá málverjin var ófantaligur og onkursvegna misti bóltin um málstrikuna.
Christian Høgni Jacobsen spældi samfullar 90 minuttir.
AB er í løtuni á fjórða plássinum í næstbestu donsku deildini, fýra stig eftir oddaliðið Lyngby, sum hevur Henrik Larsen sum venjara.