Christian Høgni skal finna stevið á vongverjanum

Liðskiparin í Vejle er við aftur, men hetta viðførur neyvan, at føroyingurin verður á beinkinum sunnudagin ímóti Hvidovre.

Christian Høgni Jacobsen og Vejle skulu í øðrum umfari í donsku fyrstu deild leika ímóti Hvidovre. Í fyrsta landskappingardystinum í ár, eydnaðist Vejle at vinna á útivølli ímóti uppflytarunum úr Brønshøj.

Hvidovre, sum er fyrrverandi felagið hjá føroyska landsliðsleikaranum, Óla Johannesen, vann eisini sín dyst seinasta vikuskiftið.

Vejle er á heimavølli, og tí seta Christian Høgni og hansara menn nøsina uppeftir trimum stigum. Hóast Vejle-liðið er sera ungt, so hava tey góðar vónir í felagnum, at liðið fer at standa seg væl í ár. Leiðslan í Vejle hevur sett sær sum mál, at innan tvey ár, skal felagið hava uppbygt at somikið gott lið, at felagið aftur verður at síggja í Superliguni.

Christian Høgni á óvandum plássi
Í dystinum seinasta vikuskiftið ímóti Brønshøj, royndi Christian Høgni seg sum høgra vongverja, og væl gekst, tí runavíkingurin legði upp til einasta málið í dystinum. Væntast kann tí, at Christian Høgni aftur verður at finna á høgra vongverja sunnudagin ímóti Hvidovre.

Í vár spældi Christian Høgni einamest í álopinum, men eftir at Vejle ognaði sær evnaríka áleyparan, Michael Blom, hevur runavíkingurin verið noyddar at tikið til takkar við at spælt á øðum plássum enn í álopinum.

Til dystin sunnudagin, verður Vejle-liðskiparin, Calle Facius, við aftur, eftir at hava verið leikbannaður ímóti Brønshøj. Hetta ger, at Vejle-venjarin, Frank Petersen, helst ger nakrar broytingar á liðnum, so pláss verður fyri Calle Facius á miðvøllinum.

Møguligu broytingarnar á Vejle-liðnum, skuldu ikki havt við sær, at Christian Høgni ikki skuldi verið ímillum teir fyrstu ellivu hjá Vejle sunnudagin, tí hansara avrik seinastu vikurnar hava verið sera sannførandi.