1. DEILD DANMARK
Annan mikudag fer landsliðið til Litava og so til Týskalands. Um álopið fer at verða myndað við somu manning, sum tað var ímóti Skotlandi, so verður Christian Høgni Jacobsen annar av fremstu monnunum.
Trupulleikin hjá Christian Høgna og harvið landsliðnum er, at Vejle venjarin síðani landsdystin ímóti Skotlandi hevur brúkt føroyska spælaran á fleiri plássum, men hann hevur ikki verið í álopinum.
Christian Høgni hevur verið vongverji fleiri ferðir, og tá Skjold úr Keypmannahavn sunnudagin var í Vejle, var Christian Høgni Jacobsen allar 90 minuttirnar á miðvøllinum.
Vejle vann 2?1. Í álopinum vóru Jerry Brown og Michal Blom, og tað vóru teir báðir sum í 9. og 49. minutti løgdu Vejle framum 2?0. Gestirnir minkaðu ikki um munin fyrrenn í 89. minutti. Átta ferðir var gula kortið á lofti, men tað rakti ongantíð Christian Høgna.
Randers Freja og Herfølge eru oddalið. Við 22 stigum eru tey tvey stig frammanfyri Vejle. Næstu liðini eru fýra stig niðanfyri Vejle.
Randers liðið var heppið á heimavølli, tá teir í síðsta minutti skoraðu sigursmálið ímóti B1913. Ølstykke, sum leingi var ímillum tey fremstu, tapti á heimavølli 3?1 ímóti nýggja oddaliðnum, Herfølge.
HFK Sønderjylland var fyri ikki so langari tíð síðani í superliguni. Teir hava droymt um at sleppa aftur upp hagar, men tað gongst striltið. Sunnudagin taptu teir 3?2 í Odense ímóti B1909. Nú er HFK Sønderjylland tíggju stig frá uppflytingarplássi, og teir eru bara trý stig frá niðurflytingarplássi.
Hvidovre er illa fyri í botninum. Sunnudagin megnaðu teir ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti Fredericia. Horsens, sum hevur Johan B. Hansen á liðnum, tapti hesa ferð 2?1 á Eysturbrúgv ímóti B93, sum higartil í hesum kappingarárinum hevur staðið seg betri, enn teir gjørdu í fjør, tá teir støðugt vóru í niðurflytingarvanda.