Tað kann væl vera, at Cristiano Ronaldo fekk nógv pláss í miðlunum, tá hann í summar skifti til Real Madrid, men her heima var tað tó fyri einki at rokna móti tí, sum var at hoyra um flytingina hjá Christiani Restorff Mouritsen.
Grein 17 í kappingarreglunum gjørdist mest sum gerandisorð hjá fótbóltshugaðum føroyingum, og valla fanst tann fjepparin, ið ikki hevði eina meining um avgerðina, sum loyvdi spælaranum at skifta til B36, sum hevði gloymt at sent umsóknina um flyting av spæliloyvinum inn, áðrenn flytingarvindeyga klamsaði aftur á ólavsøku.
Grundgevingin, sum Kappingarnevndin nýtti, var, at spælari kundi flyta uttan fyri flytingarvindeyga, um talan var um heilt serligt føri. Og nevndin metti, at talan her var um serligt føri
Eitt upprit frá løgfrøðingi staðfesti annars, at í fyrsta lagi átti ein nágreinan av hugtakinum “heilt serligt føri” at gerast, og hartil metti juridiska ráðgevingin ikki, at B36 hevði grundgivið fyri, hví talan var um serligt føri.
Og skal metast eftir lógarbroytingini, sum nú verður løgd fyri aðalfundin, so var talan eftir øllum at døma ikki um serliga serligt føri. Skoti ðverður nevnliga upp, at flytingar av hesum slag bert er loyvdar, um talan um flyting av málmonnum ella tá felag er farið á húsagang ella hevur mist luttøkuloyvi. Hartil stendur tað Kappingarnevndini frítt at frítaka ávísar deildir frá regluni.