Fótbóltur
Í danska Tipsblaðnum er ein fastur teigur hvønn fríggjadag. Í hesum teiginum plaga persónar, sum eru væl kendir frá fótbóltsumhvørvinum at vísa troyggjir fram, sum hesir leikarar hava fingið til vega gjøgnum landsdystir, Champions League dystir, ella UEFA Cup dystir. Í myndini sæst, at okkara egni Christian Holst hevur syrgt fyri, at troyggjan, sum hann fekk frá franska landsliðsleikaranum, Lillian Thuram hevur fingið eitt heiðurspláss á vegginum.
Kroystur
Í blaðnum sigur Christian frá, at hann bleiv kroystur ímillum Eric Abidal, Claude Makelele og Lillian Thuram. Men hann fekk so troyggjuna hjá Thuram til minnis um dystin.
- Eg spurdi hann, áðrenn dysturin endaði, um vit ikki kundu býta um troyggjir. Hann hevur hóast alt vunnið eina HM-hálvfinalu fyri Frakland, so eg vildi heldur enn gjarna hava troyggjuna hjá honum. Eftir dystin var hann blíður og týður, peikaði á meg, og vildi býta um troyggju við meg. Hann er ein framúrskarandi verjuleikari. Eitt veruligt vøddatyssi. Hann er sum skorin úr granit. Ein ógvuliga sterkur verjuleikari at verða upp ímóti, sigur Christian við Tipsblaðið. Men so leggur Christian eisini dent á, at um ein sær burtur frá troyggjuni, so er ikki so nógv gott at minnast aftur frá dystinum á Tórsvølli.
Tapt ov nógv í ár
-Eg hava bara tapt ov nógv í ár. Og her sipar Christian eisini til gongdina hjá felagi sínum, Lyngby, í SAS-liguni.
-Eg var harmur um stóra ósigurin ímóti Fraklandi. Ætlan okkara var at spæla okkara egna spæl. Framala nakrar málmøguleikar, og halda hinum frá at skora. Men alt kiksaði ímóti Fraklandi. Vit liva í dreyminum um at skapa eina sensasjón hvørja vit fara á vøllin fyri Føroyar. Men vit gerast glaðir, um bara vit skora eitt mál. Og tað týdningarmesta er, at vit fáa nakrar góðar upplivingar.
Ivasamt er, um vit áskoðarar og fjølmiðlafólk skulu nýta sama succés-kriterie fyri úrslitunum hjá føroyska landsliðnum?
Tann besti
- Thuram er óivað tann besti verjuleikarin, sum eg havi spælt ímóti. Hetta er í harðari kapping við Fabio Cannavaro úr Italia, sum vit eisini leiktu ímóti! Hesir báðir, eru teir bestu verjuleikarnir í heiminum, um vit taka 10 tey seinastu árini.
Christian heldur tað verða stuttligt at býta um troyggjur, men sigur hann við Tipsblaðið, at onkuntíð velur hann at halda fast um føroysku troyggjuna.
-Av og til er tað stuttligt at kunna geva onkrum góðum vini eina føroyska landsliðstroyggju. Men eg býti sum oftast troyggju eftir ein landsdyst. Eg havi eina troyggju frá onkrum litaviskum landsliðsleikara, sum eg ikki kenni navnið á. Eg eri ikki nakar savnari, men eg vil gjarna goyma tær forkunnugu troyggjirnar. So sum hana hjá Lillian Thuram!, sigur Christian at enda við Tipsblaðið.