Ungi Red Bull koyrarin Christian Klien hevur verið stóra samrøðuevnið í formel 1 seinastu vikurnar. Hóast eina lovandi ársbyrjan hava Red Bull valt at skifta Klien út. Ì staðin koyrir Vitantoni Liuzzi. Fyribils skal Liuzzi koyra 3 koyringar. Síðan verður støða tikin, um hvør skal koyra restina av árinum.
Klien hevur megnað at fingið stig í tveimum teimum fyrstu koyringunum, og hetta er meira enn nakar hevði roknað við. Vegna ein tøkniligan trupulleika steðgaði hann upp í seinastu koyring. Hetta er sjálvandi ikki hansara skuld, og man neyvan verða orsøkin til løgnu viðferðina, sum Red Bull hava sýnt honum.
Christian Klien sigur seg verða keddan um avgerðina, men sigur samstundis, at hann er sannførdur um at hann fer at koyra fyri Red Bull aftur tá Liuzzi hevur roynt seg í trimum koyringum. Koyrt verður formel 1 aftur næsta vikuskiftið á Immola breytini í Italia