Havnar Bóltfelag er longu farið í gongd við at leggja fundamentið undir komandi kappingarárini. Hósdagin varð greitt, at Christan R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen verða verandi í barndómsfelagnum komandi árini.
Báðir høvdu sáttmála galdandi fyri hetta kappingarárið, og hesir stuttu sáttmálarnir hava verið galdandi fyri fleiri av leikarunum á besta liðnum, skrivar heimsíðan hjá felagnum.
Christian Restorff Mouritsen, sum er 25 ára gamal, er álopskendur miðvallari, sum hevur luttikið í fleiri málum hjá HB. Bæði sum málskjútti, men eisini uppleggjari.
Gunnar Højgaard Haraldsen, sum er 26 ára gamal, hevur í ár spælt í miðverjuni hjá HB saman við Jóhan Troest Davidsen. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at HB er tað liðið við bestu verjuni um hugt verður eftir hvussu nógv mál eru latin inn.
HB spælir ólavsøkudag móti NSÍ í Gundadali.