Christian Olsen in memoriam

f. 26.07.1946 d. 15.12.2006



Nú kalt fer lot um fjallatind,
nú myrkt er millum fjalla,
nú aftur hvarv ein vinarmynd,
nú Kristian mátti falla.
 
---
 
Tú vart so livandi í dáð,
tú vart so ráðasnúgvur,
tú átti í tær hesa trá,
í verk’ at vera trúgvur.
 
Tú vinur okkar alra var,
sum innan ferðavinnu,
ein virknan lut í leiki bar,
at flyta við oss finnu.
 
Vit virða teg, at við tú var
eitt grev í okkar garði,
og tína byrðu fróður bar,
so eftir stendur varði.
 






Sum minni um ein megnarmann,
ið inti avrik stór,
til sóttin svára feldi hann,
og hann til fedrar fór.
 
---
 
For Kristiani vit lýsa frið,
ov brátt hann fór á ferð,
at leita upp hitt evsta  mið,
har ævinleikin er.
 
For tykkum, sum hann vardi av,
vit biðja, at tit finna,
at Hann, sum Kristian’ lívið gav,
Hann sorg kann tykkum linna.
 
                      <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Kunningarstovurnar