Christian skoraði í steypaósigri

Valur er úti av íslendsku steypakappingini, eftir at teir í kvøld taptu 3-2 fyri ÍBV á heimavølli. Christian R. Mouritsen skoraði seinna málið hjá Vali. Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen byrjaðu eisini inni.

 

Tað var undan dystinum greitt, at hetta var ein torfør uppgáva, tí ÍBV liggur á øðrum plássi í landskappingini. Longu aftaná 32 minuttir var ÍBV á odda 3-0. Stutt fyri hálvleik fekk Valur brotsspark, sum Guðjón Pétur Lýðsson umsetti til mál.

 

Fýra minuttir inn í seinna hálvleik kom spenningur í uppgerðina aftur, tá Christian R. Mouritsen minkaði um munin til 3-2. Christian hevði eisini tvey skot á mál skrivar Morgunblaðið í kvøld. Allir tríggir føroyingarnir spældu allan dystin og Jónas Tór Næs fekk eisini eitt gult kort við á vegnum.