Christine McVie gjørdist kend í sjeytiárunum sum limur í tónleikabólkinum Fleetwood Mac. Hon andaðist í gjár, vita útlendskir miðlar at siga frá.
Familjan sigur í tíðindaskkrivi,at hon andaðist friðarliga á sjúkrahúsi, eftir stutta sjúkralegu.
Christine McVie skrivaði fleiri kend løg hjá bólkinum, har hon sang og spældi tangentar.
Christine McVie, fødd Christine Perfect, giftist í 1968við bassleikaranum í Fleetwood Mac, John McVie. Tvey ár seinni gjørdist hon limur í bólkinum, og millum hennara kendu løg eru Little Lies, Don’t Stop og Everywhere.
McVie parið fór hvør til sítt í 1976, og hevði hetta truplar tíðir fyri bólkin við sær, men hinvegin ríkaði hetta bólkin við tilfari til útgávuna Rumours, ið er millum tær útgávur í heiminum, sum hava havt mest undanvind, og er útgávan seld í eini 40 milliónum eintøkum.
Christine McVie fór úr Fleetwood Mac í 1998 og útgav síðani undir egnum navni. Hon kom aftur við í Fleetwood mac í 2014.
Christine McVie gjørdist kend í sjeytiárunum sum limur í tónleikabólkinum Fleetwood Mac. Hon andaðist í gjár, vita útlendskir miðlar at siga frá.
Familjan sigur í tíðindaskkrivi,at hon andaðist friðarliga á sjúkrahúsi, eftir stutta sjúkralegu.
Christine McVie skrivaði fleiri kend løg hjá bólkinum, har hon sang og spældi tangentar.
Christine McVie, fødd Christine Perfect, giftist í 1968við bassleikaranum í Fleetwood Mac, John McVie. Tvey ár seinni gjørdist hon limur í bólkinum, og millum hennara kendu løg eru Little Lies, Don’t Stop og Everywhere.
McVie parið fór hvør til sítt í 1976, og hevði hetta truplar tíðir fyri bólkin við sær, men hinvegin ríkaði hetta bólkin við tilfari til útgávuna Rumours, ið er millum tær útgávur í heiminum, sum hava havt mest undanvind, og er útgávan seld í eini 40 milliónum eintøkum.
Christine McVie gjørdist 79 áta gomul.
##med2##
##med3##