Christmas Child kvøld Hoyvíkar Skúla

Í sambandi við at ein av leiðarunum hjá kristna hjálparfelagsskapinum Samaritan`s Purse, Ian Macleod, vitjaði í Føroyum, var kunnandi fundur um skógvaeskjutiltakið Christmas Child týskvøldið 13. september í Hoyvíkar skúla

Týskvøldið 13. september vóru fólk frá ymiskum samkomum kring landið savnaði til kunnandi fund í Hoyvíkar skúla um skógvaeskjutiltakið Christmas Child, sum samkoman Lívdin í Hoyvík skipar fyri triðja árið á rað.

Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritans Purse, sum seinastu 25 árini hevur glett meiri enn 38 milliónir børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnar vælgerandi felagsskapinum Samaritans Purse, har eitt av tiltøkunum er Operation Christmas Child.

Christmas Child er heimsins størsta jólatiltak fyri børn. Í fjør vórðu yvir 7,4 milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í 95 londum.

Eina av leiðarunum í Samaritans Purse, Ian Macleod úr Chesterfield í Onglandi, var komin til Føroya at greiða frá arbeiðinum hjá felagsskapinum, og um hvussu arbeiðið við Christmas Child gongur fyri seg. Skógvaeskjurnar úr Føroyum verða sendar til Glasgow í Skotlandi, har tær verða umskipaðar og síðan koyrdar víðari í stórum bilum til eitt nú lond í Eysturevropa.

Við at geva eina skógvaeskju við gávum, kunnu vit í Føroyum broyta jólini hjá einum barni á t.d. barnaheimi, flóttalegu, sjúkrahúsi ella á gøtuni. Fyri fleiri at hesum verður henda jólagávan einasta gávan barnið fær.

Tað eru fyri tað mesta samkomur, kirkjur og skúlar í ymiskum londum sum senda skógvaerkjur. Tiltakið hevur fingið sera góða undirtøku í Føroyum. Í fjør vóru yvir 1.700 erkjur sendar av landinum, og málið í ár er 3.000. Freistin at lata skógvaeskjur inn er sett til 30. oktober. Áhugaði kunnu venda sær til tel. 312655 ella mail adr: [email protected]