Chrysler Voyager, ið komu á marknaðin fyri 18 árum síðan, eru so væl umtóktir í Evropa, at teir umframt at verða gjørdir í USA og Canada, eisini verða gjørdir í Eysturríki. Í USA hava Voyager ligið á odda í mong ár, og hava nú 35 prosent av amerikanska marknaðinum fyri MPV bilar.
Tvær støddir
Chrysler Voyager er ein stórur og rúmligur MPV luksusbilur, í besta amerikanska stíli, har komfortur og koyrieginleikar er heilt í topp. Bilarnir verða gjørdir í tveimum støddum, har Grand Voyager er 20 cm longri. Talan er í báðum førum um rúmligar 7 persónabilar. Baklúkan og dragihurðarnar á síðunum kunnu eisini vera el-drivnar. Setrini kunnu vendast og stillast upp á allar hugsandi mátar, ella takast heilt úr, um brúk er fyri meira plássi til viðførið.
Økonomiskur diesel
Motorurin er ein 4 syl. 2.5 litur turbo diesel við common rail innspræning og 141 hk. Herfyri setti Voyager rekordina fyri MPV bilar í hesum klassanum. Bilurin koyrdi 1.780 km uppá 75 lirar av brennievni, ella 0,043 litur fyri hvønn kilometur. Motorurin hevur ein toppferð uppá 185 km/t og koyrir frá 0-100 km/t uppá ca.12 sekund, ið er sera gott fyri ein bil í hesi støddini.
Væl ljóðdoyvdur
Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein væl útgjørdur Grand Voyager í SE útgávuni, við aircondition, fart piloti, el-rútum, sportsfelgum og AM/ FM stereoradio við fløguspælara og 6 hátalarum. Nógv er gjørt burturúr at fáa bilin væl ljóðdoyvdan, eins og hann hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir. Fólk frá FDM hava royndarkoyrt fleiri av nýggju útgávunum, og fáa bilarnir sera góð ummælir.
Chrysler Grand Voyager SE 2.5 Turbo Diesel
Motorurin 2.5 litur 4 syl. turbo diesel 141 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t ca. 12 sek.
Dekkstødd 215/65-16
Stødd:
Longd 509,3 cm
Breidd 199,7 cm
Hædd 174,9 cm
Prísur kr. 382.400,- sum persónbilur
kr. 224.000,- + mvg sum Van (vørubilur)
Søluumboð Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tlf.313666