Churchtime-out

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Sigst, enn óváttað, men hvat ger tað? Havi frætt, at eitt uppskot er á veg úr hægri staði um nýtt heiti til vikuna fyri páskir, so siga nøkur, tí ósemja er um, antin ein vika byrjar sunnudag ella mánadag, og byrja páskirnar hósdag ella sunnudag? Ruðuleikin er við at gerast fullkomin. Men, vikan, vit tosa um her, er stilla vikan, dymbildagavikan, men okkara millum stilla vikan.
Eggini verða rullað annan páskadag, tí einki buldrar so øgiliga sum eitt harðbalið egg, sum fer í knús.
Mammon, hasin háli fanin, vann borgarakríggið um jólini, hoyrdi eg í Útvarpinum herfyri.
Nú er bara ein megahøgtíð eftir hjá teimum kristnu, fundamentalistiskum og lunkaðum.
Men nú er næst størsta religiónin farin at hótta páskirnar.
Stilla vika skal tí brúkast til at stilla kanónirnar. Hon skal eita stillingarvikan. Skrúva og snara og sikta eftir teimum, sum ikki trúgva rætt.
Í ár brustu kristindómurin og ítróttin saman um skírisdag, tí kirkjutíðin bráddliga varð longd nakrar timar pluss summartíð, so handbólturin noyddist at taka eitt alt ov langt timeout.
Ítróttin bakkaði, men tað verður neyvan aftur.
Í ítrótti er loyvt at banna og blóta, sparka og royta og hava aðrar gudar, tá dómarin ikki hoyrir ella sær. Men Gud hoyrir og sær alt, eisini uttan fyri óvanliga kirkjutíð. Eingin finala fyrr enn klokkan hevur sligið seinastu ferð, og dómarin bríkslað fyrstu ferð. Øgiligur gangur í stillu viku.
Vána taktikkur hjá kirkjuni kortini. Fólk durva skjótari ella sovna eftir ein rimmar páskadøgurða enn seint fyrrapart, millum ábitið og døgurðan við heitari sós og súltutoyi.
Hetta er seinasti skansin hjá løggildu skattafíggjaðu sálarhjálpini. Og hann skal sjálvandi verjast. Og, sum tey siga í ítrótti, álop er besta verjan.
Útvísing í miðjari útgangsbøn.
Og so skuldi enn eitt meistaraverkið úr Hollywood vísast í føroyska sjónvarpinum, men tað langa fríggjakvøld. Tó ikki fyrr enn børnini vóru farin í song, ella áttu at verið farin í song.
Ikki tí at børnini og aðrar veikar sálir tola ikki at síggja Jesus. Nei, tí so nógvur harðskapur er í filminum.
Síðani nær hava børn ikki tolað at sæð fiktivan harðskap?
Í ongum filmum er so nógvur harðskapur sum í teknifilmum, teknifilmum fyri børn.
Teir verða vístir, áðrenn børnini fara í song.
Tey í kirkjuni hjá fólkinum eru so ill um filmin um Jesus, tí hann sigur vist ikki somu søguna um Jesus enn ta 1900 ára gomlu, sum er sannleikin for ever og ikki pilkast skal við. Sannleikin er altíð fremri enn fiksjónin, skaldskapur, lygn, hugurin at gera seg upp og lata Jesus svíða fyri tað.
Latið hann nú fáa frið, gravarfrið.
Men, sum sagt, fyribils er støðan 1-0 til kirkjuAliðið. Seinasta bríkslið hevur tó ikki skrætt tøgnina í stilluviku. Og bólturin er líka rundur sum jørðin var fløt, tá tey kristnu bardu seg upp í fremstu deildina.
Fólkaræðið er í vanda. Føroyar eru ein politikoloni, og tí er eingin kriminalitetur her.
Tað var ikki hildið vera ágangur á demokratiið fyrr, tá øll í Føroyum avlurtaðu Tórshavn Radio og loggaðu til slatur og sleyg.
Men tá var loggingin ikki uppfunnin og Kaj Leo var ikki løgmaður, og heldur ikki tá var nakar kriminalitetur, sum verdur er at tosa heim um í avlurtaðari telefon.
Størsti trupulleikin við fólkaræðinum eru annars politikararnir, sum fólkið velur at ráða í fólkaræðinum.
Fólkaræði er kriminielt. Men revsiramman er max fýra ár, so vit tosa ikki um harðan kriminalitet.