Cieslewicz ger bart

Lukasz Cieslewicz hevur prógvað seinastu vikurnar, at hann telist millum bestu spælararnar í føroysku kappingini. Pólski framherjin, sum fekk sína fótbóltsuppaling í Vági, var aftur á blettinum í gjár

23 ára gamli Lukasz Cieslewicz var greiður í viðtalu við heimasíðuna hjá B36, tá árstalsfelagið kunngjørdi, at pólski framherjin fór at spæla við teimum í 2011.
- Fyri meg er talan um røttu løtuna at koma til føroyskan fótbólt. Persónliga strembi eg altíð eftir at vinna, og tí stendur FM-heitið við B36 ovast á listanum yvir míni persónligu mál. Hartil havi eg eisini eitt ynski um at spæla á føroyska landsliðnum, og tað er ein møguleiki, sum eg vil royna at gera til veruleika, segði Cieslewicz, sum fyrr hevur fingið seg roynan á pólsku ungdómslandsliðunum.
Eftir seks landskappingardystir er niðurstøðan púra greið. B36 er oddalið, og Lukasz Cieslewicz hevur prógvað, at hann er millum bestu spælararnar í føroyskum fótbólti. Hansara avrik staðfesta týðiliga, at Brian Kerr fer heilt vist at finna pláss til pólska føroyingin í landsliðshópinum, um, ella tá, viðurskiftini koma í rættlag.
Lukasz Cieslewicz var mest eyðsýndi spælarin á liðnum hjá B36, sum vann oddadystin á KÍ í Klaksvík í gjár.

Málið
Maðurin, sum ber troyggju nummar 11 hjá B36, økti til 2-0 í gjár. Tá vísti hann aftur sínar dygdir sum einstaklingur. Hann fekk bóltin fyri føturnar, setti ferð á og sneiddi tveir klaksvíkingar av. Staddur fáar metrar frá brotsteigarmarkinum legði hann leðurkúluna fyri høgra beinið og smekkaði til.
Jákup á Borg rósar sínum viðspælara.
- Tað var eitt flott mál. Skotið var hart, og Gunnar á Steig tóktist ikki hava stórvegis møguleika at verja fyri, sigur hann.
Jákup á Borg sendi B36 á sigurskós, tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal. Tað var eftir tilvildarligt uppspæl, at hann fekk bóltin. Jákup á Borg smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í handara síðunetið. Eitt sera vakurt mál.
Annars var dysturin lítið undirhaldandi. Liðini løgdu bragdliga fyri, men dysturin dovnaði skjótt. Spælið var lítið skipa, og allir spælararnar tóktust varnir og hugsaðu mest um at verja. Álopsspælið var ikki serliga hugflogsríkt. Úrslitið var, at fáir upplagdir málmøguleikar vóru. B36 fekk tvey mál eftir steðgin, og síðani ráddi bara um at halda fast. Tað eydnaðist. Kristoffur Jakobsen og Hjalgrím Elttør vóru nær við at minka um munin, men KÍ svaraði ongantíð aftur.

Vøllurin darvaði
Høgni Eysturoy, B36, sum hevur røkt plássið sum vongverji í høgru seinastu dystirnar, vísti á undan dystinum, at graslíkið í Klaksvík kundi darva spælinum. Bólturin ferðast ofta seint á svørtu graslíkisteppunum. Hann fekk rætt. Tað tóktist trupult at spæla á vøllinum í gjár. Jákup á Borg tekur undir.
- Tað hjálpti, at tað hevði regnað, og at graslíkið var vátt. Tað var eisini eitt sindur av vindi í løtum, og tað darvaði eisini. Spælið var sera rótut, men vit fingu stigini, og tað fegnast vit fremst av øllum um, sigur Jákup á Borg.

Cieslewicz stendur seg væl
Sereyðkenni hjá B36 hevur verið, at verjuparturin er sera væl skipaður. Mótstøðuliðini spæla seg til fáar upplagdar møguleikar. Tað sæst eisini á hagtølunum, at árstalsfelagið hevur staðið seg væl í verjustøðu. Bara trý mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fýra færri enn liðini, sum hava latið næst fægst mál inn.
Í álopsspælinum hevur Lukasz Cieslewicz átt virknan leiklut. Hann hevur skotið fýra mál í seks landskappingardystum, og hann hevur syrgt fyri, at viðspælarar hava fingið upplagdar málmøguleikar. Higartil ein sannur fongur. Tað hugsar Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, ivaleyst eisini um, nú B36 og Cieslewicz vitja á Svangaskarði mikudagin.