Sonur til upprunaliga stovnaran av Cimber Air, Jørgen Nielsen, hevur saman við tveimum av ovastu leiðarunum í Cimber Sterling, sum er farið av knóranum, hava stovnað eitt nýtt felag og keypt partar av gamla felagnum.
Tað var Ingolf Nielsen, sum í sínari tíð stovnaði Cimber Air, og nú er felagið so aftur á familjuhondum. Nýggja felagið eitur Cimber A/S.
Saman við Jørgen Nielsen eru tað Alex Dyrgaard og Jacob Krogsgaard, ið mynda nýggja felagið.
Danskir miðlar siga, at nýggja Cimber A/S fer at halda fram við rutunum, sum Cimber Sterling hevði, millum annað fyri SAS.
Hin parturin av Cimber Sterling, sum hevur við viðlíkahald av flogførum at gera, er keypt upp av einum felagið, ið nevnist Mansvel.
Tað merkir, at millum 200 og 260 arbeiðspláss verða varðveitt. Hartil kemur, at 50 starvsfólk hava fingið starv hjá Jettime, eftir at felagið tók yvir tvey Boeing flogfør frá trotabúðnum, skriva danskar heimasíður.