Circuit Gilles Villeneuve fer sjáldan væl við Alonso

Fernando Alonso er nú so langt frammanfyri næsta kappingarneytan í kappingini um heimsmeistaraheitið í formil 1, at okkurt óvæntað skal henda, um spaniumaðurin ikki aftur í ár verður heimsmeistari. Tað óvæntaða kann vera koyringin hetta vikuskiftið á Circuit Gilles Villeneuve í Kanada.

Hóast Alonso og Renault bilurin hevur verið væl fyri á breytini bæði í 2004 og 2005, so megnaði hann hvørga ferð at koma í mál. Í fjør lá hann fyri at vinna koyringina men gjørdi eitt mistak, og fór av breytini. Hann sigur sjálvur við f1.com, at eitt av málunum í ár, var at klára seg væl í Kanada. Tí hetta er ein breyt har hann ikki hevur klára seg so væl. So er spurningurin um eydnan í Kanada vendir sær, ella um Alonso missir stig til kappingarneytarnir aftur í ár.