FÓTBÓLTUR
Síðani ríkmenninir tóku yvir í Manchester City hevur felagið sett fleiri met. Felagið hevur milliardir av krónum upp á leikarar, soleiðis at Manchester City skal teljast millum tey fremstu liðini – bæði í Premier League og í altjóða fótbólti.
Higartil hevur hetta ikki hepnast nakað serliga væl, og leygardagin hevði Manchester City møguleika at seta eitt met, sum staðfesti hví felagið undan dystinum í móti Chelsea lá nummar sjey í deildini.
Tá hevði Manchester City spælt sjey javnleikir á rað! Seinast liðið vann ein dyst var 28. september. Síðani hevur Mancheser City spælt sjey dystir, sum tilsamans hava givið sjey stig og tí lá felagið á sjeynda plássi í deildini, heldur enn at anda Manchester United og Chelsea í nakkan í oddastríðnum.
Bretskir fjølmiðlar samanbera støðuna hjá Manchester City við støðuna hjá Liverpool farna kappingarár. Av teimum 38 dystunum hvørt lið spælir hvørt kappingarár í Premier League, spældi Liverpool níggju av teimum javnar í fjør. Hetta kostaði teimum nógv stig og í síðsta enda eisini meistaraheitið.
Fyri Manchester City er meistaraheitið langt síðani farið. Men við einum javnleiki aftrat hevði Manchester City um vikuskiftið helst eisini vinkað farvæl til Champions League luttøku.
Hava potentiali
At liðið hevur potentiali skal tó eingin ivi vera um. Hetta prógvar stigatalvan eisini, tí hóast Manchester City er tað liðið, sum hevur flest javnleikir á kontoini, so er Manchester City eisini tað liðið, sum hevur fægst tap.
Ein dyst hevur Manchester City tapt – á útivølli móti sitandi meistarunum. Hinvegin hevði liðið bara fimm sigrar í skjáttuni – tað sama hava Wigan, Burnley, Blackburn og Stoke, sum ríkmenninir í Manchester City helst ikki vilja samanberast við.
City gjørdi øll málini
Leygardagin kom so sætti sigurin í hús. Endiliga og umsíðir skoraði Manchester City fleiri mál enn mótstøðuliðið. Í roynd og veru vóru tað Manchester City menn, sum stóðu aftanfyri øll málini í 2-1 sigrinum.
Adebayor legði Chelsea fram um longu í áttanda minutti, tá hann staðfesti ivasomu byrjanina hjá sínum monnum við at senda bóltin í egið net.
Stutt fyri hálvleik reistist hann og City aftur, tá hann í 37. minutti javnaði. Stutt inn í seinna hálvleik legði Tevez City á sigurskós og fleiri mál komu heldur ikki.
Ikki tíð, Chelsea hevði fleiri møguleikar men Given í málinum spældi ein branddyst og tað gav teimum í síðsta enda sigurin og trý stig.
Góða dagin endaði Given við eini brotssparksbjarging, tá hann vardi fyri skotinum frá Lampard. Sambært enska blaðnum The Sun er tað trý ár síðani, at Lampard brendi eitt brotsspark.
Hetta sama blað skrivar eisini, at Manchester City gott kann blanda seg millum tey fremstu. Spurningurin er bara, um liðið hevur tað, sum skal til fyri at standa seg millum tey fremstu.
Bolton, Tottenham, Sunderland, Stoke, Wolves, Blackburn, Everton, Stoke, Portsmouth, Hull og aftur Bolton eru næstu dystirnir hjá Manchester City. Her skal liðið helst hála ein sigur heim í hvørjum einasta dysti.
Gera teir tað, so stendur knappliga væl til undan dystinum móti Chelsea og Liverpool í februar.