Annar parturin av fótbóltspanelinum á Rás2, sum var mannað við Ólavi Larsen, Tróndi Arge og André Olsen snúði seg um Champions League og Premier League.
Mennirnir í panelinum hella meira til, at tað er rætt av Manchester United at halda uppá eitt so stórt navn, sum Wayne Rooney, hóast hetta kostar felagnum ein risastóra lønarútreiðslu.
André, Tróndur og Ólavur tippaðu útfallið av teimum 10 dystunum í Premier League, og vóru langt frá samdir í øllum dystinum. Tó eru menn rættiliga samdir um, at Manchester City á heimavølli ímóti Stoke er tann størsti favoritturin hetta umfarið.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra André, Trónd og Ólav umrøða Wayne Rooney, Champions League, og tippa um útfallið í Premier League dystunum.