City hevur brúkt pengarnar fyri Jesus

Premier League: Manchester City seldi Gabriel Jesus til Arsenal, og kunngjørdi sama dag nýggjan spælarar

Manchester City hevur í dag boðað frá, at felagið hevur keypt Kalvin Phillips. 26 ára gamli enski landsliðsspælarin er keyptur úr Leeds fyri áleið 400 milliónir krónur, sum er sama upphædd, ið Manchester City fekk fyri at selja Gabriel Jesus til Arsenal.

 

Manchester City hevur sagt farvæl við Fernandinho, sum eitt skifti var millum bestu verjukendu miðvallararnar í Premier League. Hann er í dag 37 ára gamal og hevur skift til brasilska Club Athletico Paranaense.

 

Kalvin Phillips verður sæddur sum avloysarin fyri Fernandinho. Fyrrverandi miðvallarin hjá Leeds United minnir nógv um spanska Rodri, sum longu eru í felagnum. Við hesum hevur venjarin, Pep Guardiola tveir mans at velja í millum til sama pláss.

 

Tað er tiltikið, at Leeds United og Manchester United eru arvafíggindar. Tað hevur ljóðað, at Manchester United hevur fiskað eftir Kalvin Phillips, men eitt skift til teir reyðu í Manchester hevði verið óvanliga illa sæð. Nakað sum lokali Alan Smith upplivdi, tá hann skifti í 2004. Kalvin Phillips er eisini lokalur í Leeds.

 

Kalvin Phillips vónar tó, at viðhaldsfólkini hjá Leeds United skilja skifti til Manchester City, hvørs rivalisering við Leeds United ikki er eins stór og tann við Manchester United. Tað sæst eisini í, at Leeds United samstundis hevur keypt 18 ára gamla miðvallaran, Darko Gyabi, frá júst Manchester City.