Manchester City hevur enn ikki fingið hendur á Kaka. Men fyri tað heldur nýríka felagið á fram við at styrkja um spælarahópin.
Nú er greitt, at Craig Bellamy skal styrkja um álopið hjá Mark Hughes, ið eisini hevur arbeitt saman við Bellamy, tá Hughes vandi walisiska landsliðið.
Enskir miðlar skriva, at Manchester City rindar á leið £14 mió fyri spælaran, sum nú fer til Tenerifa, har hópurin er á venjingarlegu. Og sum skilst, er als ikki ósannlíkt, at hollendski Nigel de Jong, sum spælir við týska Hamburger SV, eisini legst afturat hópinum. Hann kostar sambært ensku miðlunum £13 mió.