Í kvøld verða tvær tær seinastu av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Manchester City er á vitjan á Santiago Bernabeu í Madrid, meðan Juventus og Cristiano Ronaldo eru á vitjan í Lyon í Fraklandi.
Real Madrid – Manchester City (Klokkan 20.00)
Tað eru tvey av sterku feløgunum í kappingini, sum bresta saman á Santiago Bernabeu í kvøld. Real Madrid er søguliga liðið í Champions League við sínum 13 steypum, meðan Manchester City er eitt av nýríku feløgunum, sum vil sleppa upp í elituna í Evropa.
Heimaliðið er uttan Eden Hazard. Belgiski bóltsnillingurin hevur verið langtíðarskaddur, men spældi í farnu viku. Tíverri fyri hann, so bleiv hann aftur skaddur. Hinvegin er ein annar spælari við nógvum royndum úr Premier League tøkur. Talan er um Gareth Bale, sum annars ikki spældi um vikuskiftið.
Fyri gestirnar kemur tað væl við, at Raheem Sterling er tøkur eftir tríggjar vikur á síðulinjuni. Eisini miðverjin Aymeric Laporte verður væntandi við. Hann hevur verið skaðaplágaður í hesum kappingarárinum, men hevur spælt í seinastuni. Leroy Sane er framvegis ikki tøkur.
##med2##
Real Madrid og Manchester City hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum í Champions League søguni. Real Madrid hevur vunnið báðar heimadystirnar, meðan hinir báðir endaðu við javnleiki. Real Madrid hevur eisini vunnið seinastu fýra uppgerðirnar móti enskari mótstøðu. Seinast í finaluni móti Liverpool í 2018.
Lyon – Juventus (Klokkan 20.00)
Cristiano Ronaldo er við sínum 124 málum í Champions League søguligur toppskjútti í kappingini. Hann hevur skorað 14 mál fleiri enn nakra annar. Tó hevur Lyon ikki sett sær fyri bara at hugsa um portugisisku heimsstjørnuna.
- Vit kunnu ikki bara hugsa um Cristiano Ronaldo, tí vit mugu eisini hava eina ætlan at steðga Paulo Dybala og Gonzalo Higuain, sigur Rudi Garcia, venjari hjá Lyon.
##med3##
Lyon er uttan Memphis Depay, sum er langtíðarskaddur. Tí liggur nógv á áleyparanum, Moussa Dembele, sum fleiri feløg í Premier League hava eitt gott eyga á. Juventus hevur Giorgio Chiellini kláran aftur, men tað er óvist um Miralem Pjanic spælir.
Italia er rakt av coronavirusinum, men franskir mynduleikar hava valt at dysturin skal spælast, hóast mótstøðuliðið er úr Italia.
Champions League 1/8 finalur:
Real Madrid – Manchester City (Klokkan 20.00)
Lyon – Juventus (Klokkan 20.00)