City og Chelsea deildu stigini

Tað var Mr. Chelsea, Frank Lampard, sum skoraði javnandi málið fyri Manchester City.

Tað var Mr. Chelsea, Frank Lampard, sum skoraði javnandi málið fyr Manchester City.

 

Tað var leingi greitt, at tað skuldi nakað serligt til, um Manchester City skuldi skora móti Chelsea.

 

Tað vóru snøgt sagt tveir møguleikar í øllum dystinum, tann fyrra setti Schürrle í málið, og hin setti Lampard í netið.

 

City hevði bóltin nógv, eisini eftir at Zabaleta var rikin av vøllinum. Tað megnaði Chelsea at útnytta, men so var Frank Lampard leysur í hinum endanum og kundi javna.

 

Manchester City-Chelsea 1-1 (0-0)

71. 0-1 Andre Schürrle

85. 1-1 Frank Lampard

 

Eitt annað óvæntað úrslit var eisini nú seinnapartin, tá Crystal Palace vann á útivølli móti Everton.

 

Everton-Crystal Palace 2-3 (1-1)

09. 1-0 Romelu Lukaku

30. 1-1 Mile Jedinak (brts)

54. 1-2 Frazier Campbell

70. 1-3 Yannick Bolasie

83. 2-3 Leighton Baines (brts)