Ársins fyrsti fótbóltsdystur í bestu eingilsku deildini er av. Manchester City er á veg til hús við 3-1 sigri ímóti Michael Laudrup og Swansea. Í heyst vann City 3-0 á heimavølli ímóti Swansea, og í oysandi nýggjársregni í dag varð úrslitið 3-2. Heimaliðið minkaði um munin í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, og síðsta minuttin royndi Swansea at leggja eyka trýst á, men tað eydnaðist ikki at koma í nánd av javnleikinum.
Úrslitið ber við sær, at Manchester City – í hvussu so er inntil seinni seinnapartin – er ovast á talvuni. Hetta var fimta ferðin á rað, at City fór av vøllinum við fullari úrtøku.
Munandi soltnari hevur tað verið hjá Swansea, sum bara hevur vunnið trý stig – í trimum javnleikum - burturúr seks teimum seinastu umførunum.